Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Lesarin skrivar

John Bunyan (1628- 1688) livdi í einari tíð har bert prestarnir høvdu loyvi at prædika.

Men tað var ógjørligt fyri Bunyon ikki at kunna vitna um frelsara sín og bleiv tí settur í fangahús.

Ì heili tólv ár sat hann innsisperraður, hann longdist eftir at kunna prædika og fleiri túsund menniskju longdust eftir at hoyra  hann tala.

Mong spurgdu, hvat Gud kundi meina við hesi fongsuls tíðini.

Tað var alt annað enn lætt at skilja, men møguliga gera vit tað nú.

Ì meðan hann sat í fongsli, skrivaði hann bókina "Pílagrímsferðin", bókin sum hevur og framdeilis er til signingar fyri nærmast óteljandi menniskir, hon sigst vera mest lisna bók næst Bíbliuni.

Við Pílagrímsferðini hevur J. Bunyan prædikað fyri ættarliði eftir ættarliði og er ivaleyst vorðin til størri signing enn um hann hevði hevði havt frælsi at prædika fyri samtíð síni.

Jóhannes M. Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo