Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Innlendis ítróttur

Visit Runavík: Nú styttist til tað stóra gummibátatreffið, sum vakti ans á sosialu miðlunum í fjør, á facebook tiltakinum eru ikki færri enn 329, sum hava svarað at tey koma og 1.300 fólk hava víst tiltakinum áhuga.

Fyrireikarnir hava ætlanir um at sláa metið hjá Sveisarum á 1.200 flótandi før (gummibátar).

Tiltakið verður leygardagin 15. Juni. 2019, kl. 15.00, á Skálafjørðinum.

Nú er einans eitt at gera, og tað er at finna gummibátin og bjargingarvestin fram, siga ungu søldarfjarðardamurnar sum standa á odda fyri tiltakinum.

Sveis hevur eitt heimsmet á 1200 flótandi før (gummibátar) og saman kunnu vit royna at sláa hetta metið. KOM!

Tað er ókeypis luttøka, so tað er bara at møta fjølment upp.

At taka við:
- Gummibát og bjargingarvest.
- Børn undir 12 ár, skulu hava ein vaksnan við umborð.

Tórshavnar bjargingarfelag, kappróðrafelagið NSÍ og Bátafelagið á Bakka luttaka til tiltakið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo