Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Lesarin skrivar

Nú NEAFC hevur mett at kvoturnar á makreli kunna hækka munandi, bæði á makreli, sild og svartkjafti, so eigur føroyski heimaflotin nú gylta møguleikan.

Hann er, at Fiskimálaráðið tillutar hækkingina av uppsjóvarkvotunum til heimaflotan.

Samstundis eigur Fiskimálaráðið at gera eina roynd, at fáa eina avtalu við Noreg-Russland møguliga Ísland um eitt umbýtið, so heimaflotin í staðin fyri kann fiska tosk og hysu hjá nevndu londum, meðan Føroyar lótu kvotuhækkingina ístaðin.

Meðan fiskiskapurin av uppsjóvarfiski hevur verið sera góður, so hevur fiskiskapurin hjá heimaflotanum, serliga toski og hýsu verið sera vánaligur seinastu 10 árini.

Ja, stórur partur av heimaflotanum hevur verið í andaleypi seinastu árini.

Verður nevnda kvota tillutað heimaflotanum, so kemur tað at lækka trýstið á Føroyagrunnin, samstundis sum heimaflotin fær ein fíggjarligan fyrimun, nú kvoturnar av uppsjóvarfiski púra óvæntað vóru hækkaðar í so stóran mun.

Kann ikki ímynda mær, at verandi brúkarar av uppsjvóarfiskiskapinum hava nakað ímóti, at rætta sínum starvsbrøðrum í heimaflotanum eina hjálpandi hond.

Frank Davidsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo