List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Okkara Deildin, 7. umfar: H71 vann í dag 26-25 ímóti Neistanum í høllini á Hálsi, meðan VÍF vann 30-28 ímóti StÍF í høllini í Vestmanna.

Í Havn var støðan 11-17 í hálvleikinum, meðan vestmenningar førdu við einum máli í hálvleikinum, 14-13.

Besti málskjútti hjá hoyvíkingum var Peter Krogh við sjey málum, meðan Hanus Arason var toppskjútti hjá Neistanum við níggju málum.

Í dystinum í Vestmanna var Filip Jojic besti málskjútti hjá heimaliðnum. Hann skjeyt tíggju mál. Hjá strandingum fingu Pætur Ó. Barclay og Pætur Johansen sjey mál hvør.

Støðan í Okkara deildini:
1. H71 12 stig
2. KÍF 9
3. StÍF 9
4. VÍF 8
5. Neistin 6
6. Kyndil 4
7. Team Klaksvík 0

Øll liðini hava leikt sjey dystir uttan Kyndil, sum hevur leikt seks.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo