Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Arbeiðsmarknaður: Starvsmannafelagið heldur, at vaksnamannaútbúgving og førleikamenning mugu raðfestast politiskt og skipast við lóg. Sum partur av hesum skal markaður peningur játtast almennum stovnum, so sáttmálaásetingarnar kunnu fremjast í verki.

Fyri fimti árum síðani vóru ikki nógv størv at velja í. Sum einstaklingur var ein tá næstan líka bundin, sum í 1920, tá møguleikarnnir hjá føroyingum nærum bara vóru valið ímillum at standa á einum bátadekki ella arbeiða við fiski á landi.

Tó vóru undantøk, tí onkur var reiðari, annar lærari, onkur prestur ella sakførari. Veruleikin var, at møguleikarnir í landinum vóru smáir, og vildi tú nakað annað, mátti tú flyta.

Tann tíðin er tíbetur farin. Føroyar eru í rívandi menning og tey valini, ein tók sum 13 ára gamal, høvdu uttan iva verið onnur í dag.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo