Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Útlendis ítróttur

Arsenal leveraði sjampanju-fótbólt og blásti CSKA Moskva av vøllinum í fyrra kvartfinaludystinum í Europaligaini í kvøld.

Tvey mál av Aaron Ramsey – eitt av teimum við einum spektakulerum hælasparki – og tvey mál av Alexandre Lacazette, gjørdu at Arsenal kundi fara í hálvleik við støðuni 4-1, sum so eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo