Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Leygardagin verður Føroya Sunnasta 1/2 marathon í Suðuroynni.

Hetta er triðja árið, at Hvistan skipar fyri 1/2marathon í Suðuroynni, har bæði gingið og runnið verður.

Tiltakið í ár byrjar í Trongisvági við Stórá, áðrenn leiðin so liggur umvegis Øravík, Hov, Porkeri og Vág, har málið er vesturi á Eiðinum við Vágshøll.

Veðurforsøgnirnir siga frá góðum veðrið, eitt lítið lot, sól og hitin um 10 stig.

Endamálið við tiltakinum, er at fáa fólk út, seta sær eitt mál og so sjálvandi eisini uppliva Suðuroynna.

Tiltakið byrjar kl. 10.00 og væntast at øll eru komin á mál umleið kl. 14.00. 

Ferðslan millum Vág og Trongisvág verður tí eisini nakað merkt av, at nógv fólk eru á gongubreytum og vegunum, og tí vónar Hvistan saman við Landsverki og løgregluni, at bilførarar vísa ans, soleiðis at øll fáa ein góðan túr, bæði tey ið ganga, renna og eru í bili. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo