Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Onnur tíðindi

Trúboðin: Tað er einki nýtt, at Leguhúsið í Nesvík mangan er á tremur við fólki í ymsum aldri, og í mong ár er undirtøkan fyri teimum flestu av afturvendandi legunum støðugt voksin.

Nakrar av teimum legunum, ið veruliga “testa” karmarnar, munnu vera konfirmantalegurnar. Tíðliga í morgun komu um 320 konfirmantar, umframt 16 prestar, kokkar (mest foreldur) og hjálparfólk á legu. Hetta luttakaratalið tangerar metið frá í fjør. Tá so nógvir luttakarar eru, gistur ein partur tó í øðrum hølum í økinum.

Tað eru prestarnir í Suðurstreymoy, sum hava skipað fyri konfirmantalegum í fleiri ár, vanliga einari seint um heystið og einari tíðliga um várið, og seinastu ferðirnar hevur Derhard Jógvansson verið høvuðsleiðari.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo