Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Innlendis ítróttur

Illustrerandi mynd

Fjórði dystur í Trygd kappingini var í dag leiktur millum Hamar 2 og Hamar 1, har Hamar 1 vann trygt á yngru leikarunum úr Hamar 2. Endaliga støðan var 27 – 59.

Hamar 2 kom væl frá byrjan, og sá út til, at dysturin fór at verða javnur. Yngru leikararnir úr Hamar 2 høvdu ongan útskiftara, men kláraðu væl at fylgja við dystinum fram til hálvleik. Hálvleiksstøðan var 16-23 til Hamar 1.

Eftir hálvleik legði Hamar 1 høgt trýst á, og kláraðu Hamar 2 at halda trýstinum fram til síðsta fjórðing, tá orkan var uppi og kundi Hamar 1 tá lættliga hála seg fram og økti um frástøðuna.

Toppskorari hjá Hamar 1 var Sjúrður Sivertsen við 16 stigum og hjá Hamar 2 var Martin Dam toppskorari við 12 stigum.

Næsti dystur í Trygd kappingini verður komandi leygardag, tá Sproðdrekin tekur ímóti Hávi. Dysturin verður leiktur í skúlanum á Argjahamri. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo