Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak
Útlendis ítróttur

Tað er í kvøld, at tann nógv umrøddi Champions League finaludysturin ímillum Liverpool og Tottenham Hotspur stendur á skránni.

Finalan í ár verður leikt í Madrid, á heimavøllinum hjá Atletico, og er hetta fyrstu ferð í 11 ár, at tvey ensk lið hittast í finaluni. Í 2008 vóru tað Chelsea og Manchester United, sum hittust í finaluni. Ta ferðina vann United finaluna eftir eina spennandi brotssparkskapping.

Nógvir enskir fjepparar eru í Madrid í hesum døgum, og ikki so óvæntað hava tað verið nakrar handtøkur undan finaluni.

Daily Mail skrivar, at samanbrestir hava verið ímillum løgregluna og enskar fjepparar í miðbýnum í Madrid. Higartil eru fýra enskir fjepparar handtiknir.

Vinnur Liverpool finaluna í kvøld, verður tað sættu ferð, at felagið frá Merseyside vinnur kappingina. Vinnur hinvegin Tottenham finaluna, er tað fyrstu ferð, at London felagið vinnur Champions League.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo