Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

Vinna

Mynd: Vinnulívið

Stjórin í pf. Thor var sannførdur um, at fiskivinnunýskipanin var neyðug. Men nú hon er komin, er hann bæði vónbrotin og misnøgdur.

- Gamaní hava vit fingið eina nýskipan, men hon førir okkum aftur í 70-ini ístaðin fyri frameftir. Ein av orsøkunum er, at vit trýsta uppsjóvarfisk út í økir, sum ikki eru til reiðar at taka ímóti honum, við tí úrsliti, at vit bæði fáa nógv verri góðsku og minni virðisøking enn vit kundu fingið. Tað er ikki gagnligt fyri samfelagið og eg ivist í, hvussu nógv meirvirking er í hesum. Heldur tvørturímóti, sigur hann.

Skrivað: Sveinur Tróndarson

- Vit hava sett skipini til sølu, tí vit kenna okkum óynsktar av myndugleikunum í vinnuni. Tí hava vit gjørt av at selja. Í fyrsta umfari hava vit sett sjey skip til sølu, men tað er ikki óhugsandi, at vit selja allan okkara fiskiflota.

Tað sigur Hans Andrias Kelduberg, stjóri í pf. Thor, tá vit spyrja hann, hví felagið hevur gjørt av at seta meginpartin av fiskiskipunum hjá reiðarínum á sølulista.

Avgerðin var tikin fyrst í september, stutt eftir at Fiskimálaráðið hevði boðað frá, hvør fekk tær fyrstu menningarkvoturnar, sum vera latnar eftir nýggju fiskivinnuskipanini. Thor slapp ikki upp í part og ein nátúrligur spurningur er tí, um tey gjørdust so misnøgd, at tey gjørdu av at rigga allan fiskiflotan av.

Tað svarar hann ikki beinleiðis uppá, men hann fjalir kortini ikki at fiskivinnunýskipanin, sum hann kallar fyri eitt neyðaregg, er orsøkin til avgerðina.

- Eg hevði góðar vónir um, at menningarkvoturnar kundu bøta nakrar av skeivleikunum, sum eftir mínum tykki vóru íkomnir av gomlu skipanini. Tí gamla skipanin var eftir mínum tykki slett ikki góð. Men nýggja skipanin gjørdist mær eitt stórt vónbrot. Ikki bara tí vit ikki sluppu upp í part, tað er sjálvandi eitt vónbrot fyri okkum, men líka nógv tí, at vit eftir mínum tykki við hesum flyta okkum aftur til reinan planbúskap frá 70-unum, sigur Hans Andrias Kelduberg.

Úrtøkan minkar
Nú tað er avgjørt, hvør fær menningarkvotu, er sjálvandi eisini avgjørt, hvør ikki fær nakað í sín part.

Soleiðis vil tað nú einaferð altíð vera, men Hans Andrias Kelduberg er heldur ikki nøgdur við mátan, sum menningarkvoturnar eru býttar út uppá.

Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum setti eina nevnd at viðgera umsóknirnar og gera av, hvør skuldi hava kvotu. Nevndin fekk nakrar ásetingar at arbeiða út frá, men stjórin í pf. Thor er alt annað enn nøgdur við hesa mannagongd.

- Vit hava valt fólk í løgtingið, tí tey skulu taka avgerðir, og løgtingið hevur valt eitt landsstýrið, sum eisini hevur ta uppgávuna. Men heldur enn at gera tað, sum tey eru sett at gera, seta tey eina nevnd at gera arbeiðið ístaðin, og tað haldi eg ikki er rætt, sigur Hans Andrias Kelduberg.

Hann vísir á, at Høgni Hoydal í Fiskimálaráðnum hevur sína umsiting og hana eigur hann at halda seg til. At velja eina nevnd inn av gøtuna sum skal deila milliónavirðir heldur hann ikki vera rætta mannagongdina.

- Eftir mínum tykki er tað at niðugera sína egnu umsiting, sum mangan er fyri hørðum atfinningum frá vinnuni, og harafturat kostar nevndin eisini landskassanum pengar. Teir skal landsstýrismaðurin fara væl um, tí tað eru ”andre folks penge”, sigur Hans Andrias Kelduberg.

Er tað ikki rættari at fakfólk gera tær fakligu metingarnar út frá teimum treytum, sum nevndin hevur fingið at arbeiða eftir?

- Har er mítt svar nei. Sum sagt seti eg spurnartekn við, hvørjar førleikar, sum hava við fiskivinnu og menningarkvotur at gera, hesi fólkini høvdu fram um onnur fólk á gøtuni. Hetta er bara ein vánaligur háttur hjá Høgna Hoydal at renna undan síni ábyrgd sum landsstýrismaður við fiskivinnumálum. Úrslitið av býtinum var, at menningarkvoturnar eru býttar eftir økjum heldur enn tí, sum vit kunnu fáa burturúr, og tað er altso ikki gagnligt fyri samfelagið. Um landsstýrið hevur gjørt av at býta kvotur út í økir, har tað er heldur tunnligt við kvotum, so er at gera tað opið heldur enn við hesum vavgreytinum, sum nú er blivin av menningarkvotunum, sigur Hans Andrias Kelduberg.

Hann vísir á, at hevði hansara felag fingið menningarkvotu, høvdu tey ynskt at fingið so nógv virðið burtur úr henni sum tilber. Tí var ætlanin at byggja eitt nýtt skip, líknandi teimum rækju- og uppsjóvarskipum, sum vera bygd til Grønlands í løtuni.

- Tá høvdu vit kunnað fryst fiskin umboð, og á tann hátt fingið bestu góðsku og harvið eisini hægsta prís. Við einum slíkum skipi høvdu vit eisini kunnað brúkt okkara rækjurættindi við Svalbard og í Barentshavinum, og eisini kvotuna sum Ran fiskar. Tað er eftir mínum tykki menning, sum munar og sum hoyrir tíðini til, heldur enn at koyra fisk í tangabilum, um dalar og fjøll og tunlar, fyri at fáa fryst fiskin, tá hann hevur fingið ivasaman kvalitet, sigur Hans Andrias Kelduberg.

Vit vera afturútsigld
Sjálvt um leikluturin hjá fiskivinnuni í samfelagsbúskapinum hevur verið eitt sindur víkjandi í mun til aðra vinnu seinnu árini, so ivast eingin í, at Føroyar framvegis eru ein fiskivinnutjóð.

Sum slík hava vit eisini verið frammarlaga í nógv ár, men sambært stjóranum í pf. Thor, eru vit tað ikki longur. Flotin eldist skjótt og tað eru eingi útlit til, at hann verður endurnýggjaður, vísir hann á

- Samanbera vit okkum við grannatjóðirnar, so fara vit við ferð afturum. Seinasta nýggja skipið, sum kom í føroyska flotan, kom í 2010 (Tróndur í Gøtu, blðm.), men í grannalondum okkara fáa tey fleiri nýggj skip um árið. Og vit tosa altso um verksmiðjuskip, sum kunnu virka 130 tons umboð um samdøgrið, og sum eisini kunnu brúkast til rækjufiskiskap og annan botnfisk, sigur Hans Andrias Kelduberg.

Hetta er ein stórur trupulleiki, leggur hann afturat, tí eitt er at tað er trupult at fáa manning til gomul skip; tað sum er verri er, at vit í kappingini við grannalondini lata eina verri vøru úr hondum.

- Hetta er ein avbjóðing, sum politiska skipanin má taka í álvara. Ikki soleiðis skilt, at hon skal gera av, hvat skal byggjast ella ikki, men at vit fáa eina fiskivinnuskipan sum ger, at vinnan fær tryggar karmar at virka undir, so vit kunnu fara undir at endurnýggja flotan, sigur hann.

Hann leggur afturat, at henda samgongan hevur sett sær fyri at minka um útláti av gassum. Men her virkar nýggja fiskivinnuskipanin til tað øvuta.

- Her telja menningarkvoturnar so nógv niður, at tað er út um alt mark, fyri eitt framkomið land, sum hevur sett sær fyri at minka útlátið, sigur stjórin í pf. Thor.
 
Burtur við uppboðssøluni
Sjálvt um Hans Andrias Kelduberg tók undir við at tørvur var á einari fiskivinnunýskipan, so tók hann ikki undir við øllum, sum henda samgongan kom við. Millum annað hevur hann ongantíð verið fegin um uppboðssøluna, tí hon hevur ongantíð rigga í einum framkomnum samfelag.

- Tann skipan, sum er nú, er verri enn einki. Eg helli sjálvur til, at vit einki skulu koyra um uppboðssølu, tí tann leisturin, at selja veiðirættindi, hevur ongantíð verið brúktur í einum vælvirkandi samfelag. Afrikansk lond selja síni rættindi á einum slagi av uppboðssølu, og tað er tí at teir ikki eiga amboðini og heldur ikki hava kunleikan og infrastruktur og annað. Eg haldi ikki at føroyska tjóðin skal samanbera seg við hesi londini, sigur stjórin í pf. Thor.

Eftir hansara tykki eigur landsstýrið tí at broyta fiskivinnuskipanini soleiðis, at uppboðssølan verður tikin burtur, fiskidagaskipanin skal heldur halda fram og pelatrekk brúkast sum grundarlag fyri trolarnar heldur enn tað, hon bygdi á áðrenn við kubik/kwa.

- Og so skulu vit í øllum førum burtur frá teimum menningarkvotum, sum vit hava samtykt nú, tí tað er planbúskapur av ringasta slagi. Úrslitið av tí er, at vit sum samfelag fáa minni burturúr, og tað fer ongantíð at styrkja um grundarlagið undir flotanum, sigur stjórin í pf. Thor.

Um ein broyting fær Thor inn í aftur fiskivinnuna, sigur søgan einki um.

- Sum støðan er í løtuni, er felagið í ferð við at rigga henda partin av virkseminum av, og so má tíðin vísa, um nakar er sinnaður at keypa skipini, sum eru sett til sølu, sigur stjórin í Thor.

Eftir hansara tykki er størsti missurin fyri reiðaríini, at skipanin við veiðiloyvum er tikin úr skipanin. Hann væntar at hetta kemur at kosta manningini nógv, tí nú sita virkini við kvotum uttan veiðiloyvi.

- Her er alt vent á høvdið. Virkini selja sínar kvotur á stongdum uppboðssølum til reiðaríini. Fyri nøkrum árum síðan fingu vit eina skipan, har reiðarar skuldu selja ein ávísan part av veiðuni á alment góðkendari uppboðssølu. Hetta var beinleiðis fyri at virkini á landi skuldu hava eina ávísa atkomuligaheit til tilfeingið og at øll skuldu hava møguleika at bjóða uppá fiskaða tilfeingi. Til dømis hava vit tvey garnaskip, sum selja sína last á almennari uppboðssølu hvørja viku.

- Nú eru søla av kvotum fyri tað almenna blivið høvuðsgrundarlagið fyri hesa uppboðssølu. Tað hongur ikki saman fyri mær og tað sær út til, at politikararnir heilt eru við at missa takið á, hvat vendir upp og niður, sigur Hans Andrias Kelduberg, sum harmast og tí fyribils hevur lagt ætlanina um at byggja stóran og framkoman trolara í skuffuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo