Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Tiltøk

Komandi vikuna vitjar kendi danski vísusangarin Hans Jørn Østerby í Føroyum við eini konsertferð. Hann hevur givið nógvar fløgur út og hevur fingið góð ummæli í donsku miðlunum. Hans Jørn Østerby er eisini gyklari og búktalari og fer eisini á nøkrum av tiltøkunum at sýna hetta fram.

Hann hevur verið í Føroyum 2 ferðir fyrr fyri uml.10 árum síðani, tá hann m.a. framførdi í Norðurlandahúsinum. Annars hevur hann verið í nógvum londum og havt konsertir.

Hesuferð hevur hann við sær 2 gentur, Laura og Alberte, sum eru 13 ár og sum syngja í einum landsdekkandi gospelkóri í Danmark.Tey hava konsert í Vesturkirkjuni mánakvøldið kl 19 og fara so
víðari til Suðuroyar, har tey hava fleiri konsertir og onnur tiltøk. Ferðin endar fríggjakvøldið við einum tiltaki í Leirvík.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo