Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Vinna

Á fiskivinnufundinum sum Fólkaflokkurin hevði í Østrøm í gjárakvøldið vísti Hanus Hansen, stjóri í JFK, á at alivinnan og fiskivinnan hava sera ójavnar treytir, hóast lógirnar eru samtyktar innanfyri eitt 6 mánaða tíðarskeið undir sitandi samgongu.

- Lógin um alivinnuna var einmælt samtykt í løgtinginum, meðan lógin um fiskivinnuna bert fekk 17 atkvøður fyri í tinginum, segði Hanus Hansen.

Hanus Hansen vísti á, at fiskivinnan ynskir sær líknandi treytir, sum alivinnan, og heldur, at tað líkist ongum, at tvær tilfeingisvinnur hava so ójavnar treytir at virka undir í sama landi við somu stjórn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo