Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Vinna

Enn einaferð hoyra vit uppáhaldið at ein milliard krónur av yvirnormalum profitti er í fiskivinnuni.

Í hesum politiska leiki um milliardina verða reiðarar gjørdir til syndabukkar. Tað eru teir, sum gera sær dælt av milliardini, tí verður boðskapurin borin fram sum, at tað eru nøkur fá, sum hava nokk frammanundan, sum skulu rinda rokningina.

Men talan er ikki um nýggjar pengar, sum koma úr ongum. Talan er um pengar, sum longu eru í umferð,  sum nú skulu broyta  eigara.

Hevur nakar fortalt veruliga samanhangin, at tað er fiskimaðurin sum skal rinda nógv tann stórsta partin av gildinum? Bæði í formi av, at hann skal nógv niður í hýru, og at hann fær verri karmar at virka undir?

JFK hevur sett sær fyri at lýsa veruliga samanhangin í teimum uppáhaldum, sum vit hoyra dag og dagliga.  Roknistykkini taka útgangsstøði í roknskapum fyri Barentshavið og myndlinum hjá Fiskimálaráðnum/Búskaparráðnum, og eru viðløgd sum fylgiskjal.

Fiskimaðurin bara 165 túsund í hýru
Uppháldið um milliardina byrjar við frágreiðing frá Búskaparráðnum í juni 2014 við heitinum Búskaparrenta og tilfeingisrenta í føroyska búskapinum.  Her verður sagt, at  hýran pr. mann skal vera  400 tús. kr.

Nakrir bureaukratar hava tikið avgerð um, at tað er nokk, at  fiskimaðurin fortjenar 400 túsund kr. um árið.

Hesi avgera eisini, at alt omanfyri hetta talið  er yvirnormalur profittur.

Og soleiðis fær landskassin 650 kærkomnar mió. frá fiskimanninum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo