Best er manni at biðja, tá hann er sjálvbjargin
- Føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Ikki var tað serliga gòð tìðindir arbeiðsfòlki á kryvjivirkinum hjá Bakkafrost ì Vági fingu frìggjadagin. Har 40 fòlk vòru uppsøgd og boðini um óstøðugt arbeiði á kryvjivirkinum hjá Bakkafrost í Vági, heldur fram.

Arbeiðsfòlki skal ikki vænta, at koma til arbeiðis aftur fyrr enn ì summar.

Hettar er skakandi tìðindir og fer at merkjast hart fyri Vág og Suðuroynna. Sum jù bløðir frammanundan, ì mun til restina av landinum. Hettar ì villasta højkonjunkturi ì Føroya søgu, liggja vit enn meira undir.

Ikki er nògv vunnið við hasum kryvivirkinum sum nù er, har arbeiði ikki er støðugt til arbeiðsfòlki. Laksurin fer norður um fjørð, til at vera virkaður.

Boðini frá Regin Jacobsen, stjòra, eru, at møguliga tey kunnu fara aftur til arbeiðis ì summar.

Ùt frá hesum er tað ein vinnari og tað er Bakkafrost. Sum jù skal hava mest burturùr til sìtt milliarda virksemi. Virki ì Vági er eftir mìnum tykki, bert ein litil prikkur ì spælinum hjá Bakkafrost.

Har verkfòlki liður og ikki at gloyma tær avleiðingar hettar hevur fyri arbeiðsfòlki, fyri Vág og fyri Suðuroynna.

Mær vitandi er lògin ikki broytt og hinvegin virkar hon bert fyri Bakkafrost og ikki fyri okkum. Hinvegin um hattar eru undantøkini lògin, har Bakkafrost gerð sum teir vilja, so er lìka fratt, at eingin lòg var.

Lògin er um undantøkini fyri Suðuroynna, sum jù skal verja og virka fyri, at arbeiði verður verandi her ì Suðuroynni og laksurin skal virkast ì Suðuroynni.

Sum er, fer laksur norður um fjørð fyri milliardir av øllum fyrðum ì Suðuroynni.Tað er ikki rætt. Mær vitandi var tað jù ikki ætlanin. Okur kunnu ikki blìva við at tiga og einki siga.

Sjálvandi eru okur glað fyri alt virksemi hjá Bakkafrost ber eyðnu ì Vági. Men, hvat fáa vit og arbeiðsfòlki burturùr er minni gott, sum nù er.

Hettar kann ikki vera samsvar við undantøkini ì lògini. Her er okkurt spinnandi galið. Min vòn er, at landsins myndugleikar vakna og virka fyri at lògin gagnar arbeiðsfòlkinum og ùtjaðaranum ì Suðri.

Mær vitandi var tað endamáli við lògini og undantøkunum. Sum er gagnar hon bert Bakkafrost.

Nei, støðan er ikki gòð her suðri og tað er nokk soleiðis "Har pengarnir fòlkið flyta", sum er galdandi.

Sì annars kunngerð um virking av alilaksi ì Suðuroynni trýst her

Levi Ryggshamar Mørk
býráðslimur
Vágur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo