At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Politikkur

Tað er enntá so galið, at danska stjórnin sum meginregla trýr meira uppá føroyingar, enn Sambandsmenn gera. 

Nú er tað yvirtøkan av landslæknaembætinum, sum Sambandsflokkurn er bangin fyri.

Danir vilja nemliga fegnir, at vit yvirtaka hetta økið. Teir vita, at vit megna tað, og hava sæð, at tað eru vit, sum hava umsitið økið allíkavæl.

Og ikki fyri at arga, men bara minna á, at fyri uml 100 árum síðani hevði Nina Bang, danskur undirvísingarministari uppskot um, at føroyskt skuldi góðkennast sum undirvísingarmál í føroyska fólkaskúlunum.

Men Sambandsflokkurin segði tá kortanei! Og so bleiv tað av ongum tá. 

Beint frammanundan hevði danska stjórnin tilboð um, at føroyingar m.a. skuldu kunna krevja inn sín egna skatt, men Sambandsflokkurin segði nei.

So bleiv tað eisini av ongum tá. 

Og nú Gud hjálpi tú mær, sigur Sambandsflokkurin nei til, at vit yvirtaka landslæknaembæti, hóast sjálvt danskir myndugleikar mæla til tað. 

Haldi ikki, at Sambandsflokkurin nýtist at vera bangin.

Vit vita jú av royndum, at tá ið tað er yvirtikið, so eru Sambandsmenn við uppá tað kortini. 

Góða eydnu.

Annita á Fríðriksmørk

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo