Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

Fyrispurningur um miðnámstilboð til børn við serligum tørvi, settur landsstýrismanninum í undirvísingarmálum, Hanna Jensen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
 
- Hvussu fer landsstýrismaðurin at tryggja framhaldandi miðnámstilboð til tey fáu børn við serligum tørvi, sum enn ikki hava fingið bjóðað pláss á teim serbreytum tey hava søkt inn á?
 
Viðmerkingar:
Harmljóð ljóðar í hesum ríku tíðum frá børnum við serligum tørvi og foreldrum teirra, tí tey hava fingið noktandi svar upp á umsóknir um framhaldandi skúlamenning og eftir øllum at døma verða skyld frá vinfólkum sínum og mugu lata sær lynda ansingar- heldur enn menningar og skúlatilboð.
 
Henda gongdin er jú í størstu andsøgn við politisku og samfelagsligu ætlanirnar seinnu árini, har menning og sjálvbjargni hava verið aðalmál fyri eisini henda bólkin av samfelagsborgarum.

Og líta vit at fólkaskúlalógini, fyri ikki at siga Barnarættindasáttmálanum hjá ST, ið Føroyar hava undirskrivað, so eru hesi ungu so sanniliga eisini fevnd av tí rætti, hesi tryggja.
 
Á Løgtingi, 24. juni 2019
Jenis av Rana

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo