Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Tiltøk

Tórshavnar Kommuna: Hátíðarhald verður í Kollafirði leygardagin 29. oktober 2016 í sambandi við, at arbeiðið at leggja nýggjar bátabrúgvar út er liðugt, og at nýggi dagstovnurin verður tikin í brúk.

Skráin er henda:

Kl. 10: Nýggjar bátabrúgvar í Kollafirði

Um veðrið er til vildar, sigla bátar ein stuttan túr. Á odda siglir Arngrím Petersen, ein av elstu monnum í bygdini og virkin í Bátafelagnum. Við umborð hjá Arngrími verða Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum klippir snórin, og Sjúrður Olsen, formaður í vinnunevndini.

Røður: Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin. Sjúrður Olsen, formaður í vinnunevndini, og Jákup Dam, býráðslimur halda røðu

Morgunkaffi í Bjargingarhúsinum

Húsið hjá bátafelagnum er opið allan dagin.

Kl. 11.30: Nýggi dagstovnurin í Kollafirði

Sangur og tónleikur til børn við Jens Marna Hansen.

Røður: Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin. Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini, Emly Djurhuus, umboð fyri stabundnunevndina og Beinta Dalbø, leiðari á Barna- og Ungdómsdeildini halda røður.

Ólavur Olsen o.fl. spæla hugnaligan tónleik.

Bjóðað verður ein biti og drekka til børn og vaksin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo