Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Av og á síggja vit í miðlunum, at fólk kenna seg stoytt, tá ið tosað verður um “haturstalu.”

Tey, sum kenna seg stoytt, tala at og siga sítt talufrælsi verða skert, tí tey ikki sleppa at hava eina meining uttan, at meiningin verður løgd undir at vera haturstala.

Alt bendir á at fólk, ið kenna seg stoytt av at verða løgd undir haturstalu, hava missskilt okkurt.

Haturstala er kanska eisini tað at hava eina aðra meining, men tað er ikki tað, sum EYÐKENNIR haturstaluna.

So satt sum ongin gongur við munnkurv, er tað at tala ímóti haturstalu ikki at taka talufrælsið frá fólki, sum hava eina aðra meining enn onnur.

Nei, at tala ímóti haturstalu er at tala ímóti, at minnilutabólkar verða útstillaðir og umtalaðir sum óynsktir medborgarar.

At ynskja medborgarar hagar piparið grøðr er haturstala!

Minnilutabólkar eru bólkar av fólki, sum hava tørv á verju umvegis lóg og hvørs tilverugrundarlag AV NEYÐ má lagast í lóggávu samfelagsins, um ikki aðrir og størri etableraðir samfelagsbólkar skulu máa tilverugrundarlag teirra undan teimum av eitt nú ideologiskum orsøkum!

Meirilutar í einum samfelagi góðtaka ikki minnilutar fyri einhvønn prís. Minnilutar eru altíð hóttir, undantikið tá teir eru vardir og hjálptir við lóg.

Haturstala er, tá lógirnar, ið verja teir og skipa teirra tilverugrundarlag, verða kolldømdar sum eitt nú “spilt vøra” av fólki, sum endurtakandi og systematiskt hava forfylgt teimum!

Kanska ongin í Føroyum vil siga seg hava forfylgt nøkrum minniluta, men soleiðis er mangan, tá menniskjan roynir at verja sína egnu sjálvsmynd.

Tá sjálvsmyndin er hótt bronglar menniskjan veruleikan, júst sum fólk í miðlunum royna at brongla innihaldið í hugtakinum “haturstala.”

Innihaldið snøggar ikki júst um sjálvsmyndina, men hvørs sjálvsmynd er nú talan um?

Í Føroyum er ein stórur meiriluti av fólki, sum kalla seg kristin og ein minniluti av LGBT-arum, hvørs samleiki bregðar frá meirilutans.

Tann kristni meirilutin hevur samhuga við minnilutum sum líða, men hesi eru bert onnur kristin, sum minna um tey sjálvi, ið vegna trúgv verða forfylgd úti í heimi.

Ímeðan tey hava samhuga við teimum, biðja fyri teimum og hjálpa teimum á annan hátt, hava tey í áratíggju roynt at sýta fyri at geva minnilutabólki í egnum samfelag livilig kor, tí tað ikki er í tráð við heims- og gudsáskoðan teirra.

Í Føroyum hava fleiri av hesum kristnu roynt at ført “kristnan politikk” umvegis fleiri politiskar flokkar, men tá til stykkis er komið, hevur førdi politikkur teirra á ongan hátt verið kristin.

Tey hava spælt politiskt spæl við Kristusi sum var hann ein eitrandi marionettdukka til m.a at týna nevnda minnilutan.

Á ongan hátt kann hetta sigast at vera kristin handling ella etikkur, tí uppgávan hjá tí kristna er at elska Gud og næsta sín!

At taka Gud sum gíðsla og við honum at týna næstan til at liva sum marionettdukka í kristnu heimsáskoðanini er enn einaferð tekin um, at tann kristni hevur missskilt uppgávu sína sum kristin.

Var tann kristni vitandi um, hvat tað vil siga at vera kristin, týndi hann hvørki seg sjálvan ella onnur, ið eru øðrvísi enn hann sjálvur, men hjálpti næstanum, sum hann hjálpir sær sjálvum, hóast næstin ikki hevur somu heimsáskoðan, gudsfatan ella sama samleika!

Sanniliga! Atburðurin hjá tí kristna vitnar um orsøkina til, at hann fatar hugtakið “haturstala” sum “ein spurning um at hava rætt til at hava eina meining” og ikki sum ein spurning um forfylging.

Hann er óvitandi um, hvat fyri ávirkan hansara útsagnir og gerðir hava á tey, sum líða undir honum!

Eins og Kristus á krossinum – stutt áðrenn hann gav upp ond sína – rópti á himmalska faðir sín og segði “Faðir fyrigevið teimum; tí teir vita ikki hvat teir gera,” soleiðis er eisini statt við hesum kristnu í dag.

Tey skilja ikki, hvat tey gera, og líkaso ótilvitað eru tey um tað, tey siga og tosa um!

Høvdu hesi kristnu havt eyga fyri líðingini hjá øðrum, tá høvdu tey eisini skilt, hvat haturstala er, og hvussu teirra haturstala gerst líðing hjá minnilutabólkum.

Tá høvdu tey eisini skilt samkensluna hjá stuðlunum hjá minnilutabólkunum, sum – uttan neyðvendigvís at vera kristin – hava lært seg at skilja líðingina hjá øðrum enn bara hjá sær sjálvum!

Sanniliga! Tað eru ikki tey, sum hava kristna etikett, sum liva eitt kristi lív, tí kristinlívið er ikki nøkur etikett, men kærleikin frá Gudi, hvørs yvirskot troðkar seg fram í tí einstaka. Næstanum at frama!

Ólavur Eysturdal

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo