Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Politikkur

Fríggjadagin 12. juli var móttøka á sambýlinum á Hóvabrekku 3 á Argjum.

Búfólkini á sambýlinum á Hóvabrekku á Argjum hava fingið betri karmar at húsast í, nú partar av umbyggingini á sambýlinum eru lidnir. Næsta stigið er at nýumvæla baðirúmini.

Umframt sambýlið á Hóvabrekku, so er eisini sambýlið á Torfinsgøtu, sambýlið í Garðsgøtu og bú- og viðgerðarstovnurin á Bóndaheygi umvæld og víðkaði við fleiri búplássum. Ein ætlan er eisini sett í gongd at dagføra umstøðurnar á Eirargarði.

Harumframt eru fyrireikingarnar til tær stóru verkætlanirnar í Suðurstreymoy komnar væl áleiðis.

Landsstýriskvinnan fegnast um, hóast tað kann tykjast møtimikið at bíða, at tað eru útvegaði 62 búpláss umframt 18 umlættingarpláss í hesum samgonguskeiðnum.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, bar fram røðu á móttøkuni og kann hon lesast HER.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo