Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Havnar Bjargingarfelag hevur leingi havt gott eyga á bjargingarbátinum, sum felagið júst hevur gjørt avtalu um at keypa frá svium.

Magni á Deild Olsen frá Havnar Bjargingarfelag sigur fyri VP, at longu fyri einum ári síðani royndu tey bátin og høvdu áhuga at keypa hann, men ein keypari úr Afrika, sum eisini var áhugaður, legði eitt boð inn sum gjørdi, at onki meira spurdist burturúr.

- Afrikanski keyparin leyp frá, og keypið varð av ongum, og nú stóð tað okkum í boði at keypa bátin fyri eina sera rímiliga upphædd, og vit tóku av, sigur Magni á Deild Olsen við VP. 

Havnar Bjargingarfelag keypti bátin fyri stívliga 1,5 mió kr, sum er áleið 1 mió kr minni enn upprunaliga boðið frá afrikanska keyparanum.

- Tá báturin kemur til Føroyar í summar fara vit at gera okkum royndir við honum og gera greitt, hvat skal gerast við hann - meðan vit samstundis fáa neyðuga peningin til umbyggingarnar - og so miðja vit eftir, at hann er liðugt høvuðsumvældur um eini tvey ár, sigur Magni á Deild Olsen.

Les eisini: Havnar Bjargingarfelag keypt nýggjan bjargingarbát 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo