Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

So eru seinastu leikirnir fluttir í ársins FM-kapping í talvi fyri einstaklingar 2018. Sjeynda og seinasta umfar var avgreitt á Finsen í Havn í dag. Altjóða dómarin Arild Rimestad, sum hevur búð í Danmark í nógv ár, men fekk sín talvuppvøkstur í Havnar Telvingarfelag í 80-unum, og í dag reikar víða um heim sum altjóða talvdómari, hevur stjórnað FM-kappingini við tryggari hond.

Steyp og heiðursmerki vórðu handað teimum fremstu í hvørjum bólki, tá alt var liðugt. Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs segði nøkur orð og handaði vinnarum steyp og teimum fremstu í teimum fýra bólkunum heiðursmerki.

Tað er ikki yvir at dylja, at Havnar Telvingarfelag gjørdist stóri sigursharrin í ár. Telvarar úr Havn vunnu tríggjar av teimum fýra bólkunum, og av teimum, sum fingu heiðursmerki fyri at vera millum tríggjar teir bestu í teimum fýra bólkunum, vóru átta av tólv úr Havnar Telvingarfelag.  

Helgi aftur føroyameistari

Helgi Dam Ziska endurvann føroyameistaraheitið. Stórfavoritturin var ósigraður aftur í ár og vann Landsliðsbólkin sannførandi. Yvirhøvur fullu úrslitini soleiðis, sum væntandi var. At Helgi vann, at Rógvi gjørist nummar tvey og Carl Eli nummar trý, var í samsvari við styrkitølini og styrkismetingina. Samanumtikið høvdu vit ein sterkan og javnan FM-bólk í ár.

Í seinasta umfari í dag endaði tað javnt á trimum av fýra borðum. Helgi og Carl Eli samdust tíðliga um remis, Sjúrður og Rógvi Egilstoft Nielsen telvaðu einar tveir tímar, áðrenn teir komu eftir, at støðan var jøvn. Á hinum borðunum var telvað á tamb. Rógvi Mortensen og Ólavur Simonsen endaðu í jøvnum rókaendatalvi, og á seinasta borðinum lukkaðist Hans Kristiani at knógva Rana.

7.umfar, Landsliðsbólkurin, 30. mars

Helgi Dam Ziska - Carl Eli Samuelsen ½-½

Sjúrður Thorsteinsson - Rógvi Egilstoft Nielsen ½-½

Ólavur Simonsen - Rógvi Mortensen ½-½

Hans Kristian Simonsen - Rani Nolsøe 1-0

Endaliga støðan í Landsliðsbólkinum:

1. Helgi Dam Ziska, HT 5½ stig

2. Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 4½

3. Carl Eli Samuelsen, HT 4

4. Sjúrður Thorsteinsson, HT  3½

5. Hans Kristian Simonsen, KT 3

6. Ólavur Simonsen, KTF 2½

7. Rógvi Mortensen, HT 2½

8. Rani Nolsøe, KTF2½

Hinir bólkarnir

Kappingin var ikki minni jøvn og hørð í 1. bólki. Fleiri kundu vunnið, og bara tvey stig vóru millum vinnaran og nummar átta. Tríggir telvarar úr Havn endaðu fremstir.

1.bólkur

1. Herluf Hansen, HT 4½

2. Heiðrikur Jacobsen, HT 4½

3. Margar Berg, HT 4

Í almenna bólkinum valdaði eisini stórur spenningur- Fimtan telvarar kappaðust. Endin var, at Jón Mikkelsen úr Vestmanna trokaði seg framum hinar.

2.bólkur

1. Jón Mikkelsen, VT 5½

2. Leif Reinert Fjallheim, HT 5

3. Jón Andreasen, HT 5

Nýggjur føroyameistari í unglingadeildini gjørdist Luitjen Akselson Apol. Nógvir góðir ungir telvarar eru á veg fram, so framtíðin sær bjørt út. Fjúrtan telvarar kappaðust í unglingabólkinum.

Unglingar

1. Luitjen A. Apol, HT 6 stig

2. Rógvi Mørkøre, KT 5½

3. Suni í Horni Nielsen, ST 5½

Steypið fyri vakrasta talvið í kappingini vann føroyameistarin Helgi Dam Ziska fyri sigurin í øðrum umfari á Rógva Mortensen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo