Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Bæði HB og B36 vunnu í dag, tá tey leiktu á útivølli í 13. umfari í Betri deildini.

HB vann heili 5-1 í Fuglafirði, meðan B36 vann 1-0 í Trongisvági.

Longu tá fimm minuttir vóru farnir av dystinum í Fuglafirði, hevði HB lagt seg á odda 2-0 við málum frá Hørði H. Askham og Ara Mohr Olsen. ÍF megnaði ikki at svara aftur eftir hetta, og vann HB at enda sera sannførandi.

B36, hinvegin, mátti bíða eitt sindur longur eftir at fáa hol á og hevði tað heldur truplari, tá felagið vitjaði í Trongisvági.

Tá alt kom til alt, var tó málið, sum Lukasz Cieslewicz skjeyt í 47. minutti, nóg mikið til at tryggja yngra Havnafelagnum øll trý stigini norður aftur við sær um Suðuroyarfjørð.

Harvið er B36 nú aftur nummar trý í Betri Deildini, bert tvey stig aftanfyri KÍ á 1. plássinum og eitt stig aftanfyri NSÍ á 2. plássinum.

HB liggur enn sum áður á 5. plássi og hevur fimm stig upp til nummar fýra.

ÍF-HB 1-5 (0-3)
0-1: Hørður H. Askham, 3
0-2: Ari Mohr Olsen, 5
0-3: Adrian R. Justinussen, 41
0-4: Daniel Johansen, 64
0-5: Hørður H. Askham, 73
1-5: Hans Jákup Lervig, 74

TB-B36 0-1 (0-0)
0-1: Lukasz Cieslewicz, 47

Støðan í Betri deildini:
1. KÍ 32 stig (13 dystir)
2. NSÍ 31 stig (13 dystir)
3. B36 30 stig (13 dystir)
4. Víkingur 29 stig (13 dystir)
5. HB 24 stig (13 dystir)
6. Skála 15 stig (13 dystir)
7. TB 12 stig (13 dystir)
8. EB/Streymur 7 stig (13 dystir)
9. ÍF 4 stig (13 dystir)
10. AB 4 stig (13 dystir)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo