Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Krutl

Hvannrók: Áhugavert at fylgja kjakinum um ljóðdálkingina kring landið og serlig á Sundi/Kalbak, í Kollafirði, í Havn, í Ánunum og í Runavík. Heimafriður er felag, sum arbeiðir fyri, at fólk fáa náttarfrið. Øll vita, at fært tú ikki rætta svøvnin í langa tíð, so gerst hetta heilsuskaðiligt. Nú kenni eg fólk, sum veruliga pínast av larmandi skipum bæði í Havn og aðrastaðni kring landið. Fyri nú nógvum árum síðani vóru fólk í øðini á Argjum og serliga í eysturbýnum, tí russarafloti lá í vikur í Nólsoyarfirði nær Skansaboða og Argjalandi. Russisku skipini høvdu ikki vanligar ljósmotorar, men “generator” festan í høvuðsmotorin, og skipini máttu tí hava høvuðsmotorin gangandi. Hetta er nú søga, men ljóðdálkingin heldur fram. Hevði serliga uppliving á Vestaru bryggju í vikuni í sambandi við ljóðdálking.

Komi nógv oman á Vestaru bryggju, og mitt í viku kom eg fram við línubátunum Mýlingi og Havbúgvanum, har ljósmotorurin í Havbúgvanum larmaði heilt illa. Hugsaði, at óljóðið frá línnbátinum átti at darva undirvísingini í Saltsøluni. Hugsaði ikki meira um hetta, men fríggjakvøldið koyrdi eg túr á Vestarubryggju, og har lógu framvegis bæði Mýlingur og Havbúgvin, og nú var kvirt. Fór úr bilinum at forvitnast, og har sást leidngur frá el-skápi fara umborð á Havbúgvan, og el-kaðal úr holi, úr bryggjuni umborð á Mýling. Ljósmotorarnir slóktir, men laternur og annað ljós umborð lýsti. Ljós var fingið úr landi.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo