Tann sum árla rísur, verður bæði ríkur og vísur
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Tiltøk

Fríggjakvøldið 7. juni verður aftur Mentanarnátt í Havn, og sum vanligt er nógv forvitnisligt á skránni hesa “lítlu ólavsøkuna”, sum fólk eru farin at kalla Mentanarnáttina.

Sum vant verður Mentanarnáttin sett uttan fyri Býráðshúsið klokkan 18:00. Í ár verður tað listamaðurin Bárður Jákupsson, sum setir Mentanarnáttina. Hann hevur hetta sama kvøldið listaframsýning í Listahøllini á Skipasmiðjuni.

Á Mentanarnáttini letur Havnin dyrnar upp, og í ár spælir William Heinesen ein stóran leiklut. Á matstovuni Katrina Christiansen, har William varð føddur, verða tvær rundferðir í bygninginum. Býarbókasavnið hevur bókaframsýning um William Heinesen, og í Reinsarínum skipar Sprotin fyri bókaframløgu, har bókin “Vinalag” verður løgd fram. Hetta er brævaskifti millum William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen.

Gongubólkurin hjá Felagnum Tórshavn fer spákingartúr omaneftir Varðagøtu framvið húsunum hjá Williami, og Ullvøruhúsið hevur tímatilboð við fittligu upphangunum við íblástri frá Williami Heinesen, og ivaleyst ber eisini til at hóma, hvussu klædnamótin gjøgnum árini, tá William Heinesen skrivaði sínar skaldsøgur, hevur verið, tá Býarsavnið hevur mótasýning við klæðum frá umleið 1920 til 1970 í Müllers Pakkhúsi.

Men Mentanarnáttin snýr seg ikki bara um William Heinesen. Av øðrum forvitnisligum tiltøkum, sum eru á skránni, kann nevnast, at Burn skipar fyri kapping millum sterkar menn á parkeringsøkinum uttan fyri Býráðshúsið, og seinni skipar Dansifrøi fyri linedansi á Vaglinum.

Á sjálvari Mentanarnáttini spæla Føroyar og Spania eisini A-landsdyst á Tórsvølli, og tann dysturin verður vístur á stórskíggja í Vágsbotni.

Og sum vanligt hava handlarnir í miðbýnum opið til á midnátt, og matstovurnar spenna seg eisini út hetta kvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo