Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vágatíðindi

Um man lesur tilmælið um fiskiskapin eftir toski hýsu og upsa í 2019, so sær man at mælt verður til at ein leið vestan fyri Mykines verður friða í allar ævir!!

Grundgevingin er, at hettar er ungfiskaleið burturav.  

Og hettar er ikki hissini økið (sí mynd). Ja, Vágoyggin hevði passað 3 ferðir í hettar økið, sum nú aftaná øldir sum ein tann besta fiskileið við Føroyar, nú er ungfiskaleið burturav, sambært professaranum í toski á Havstovuni.

Hetta økið, sum talan er um, er høvuðsæðrin hjá útróðrarbátunum vestanfyri, leiðir sum verða troyttar alt árið, tí so nógvur og góður fiskur heldur til á hesi leið.

Nevnast kann, at Guttamið, eitt kent fiskimið suður úr Mykineshólmið, er innafyri strikurnar sum nú Landstýrismaðurin saman við Havstovuni er í ferð við at stongja í allar ævir, við stemplinum ungfiskaleið burturav.

Eisini Grynnan norðan fyri Mykines, sum eisini er eitt sera gott fiskimið hjá útróðrarflotanum, er innanfyri strikurnar hjá Havstovuni.

Annars verður roynt allastaðni í hesum økinum, bæði vestaliga og norðaliga, sum nú ætlanir eru um at stongja í allar ævir, vegna nýggja titulin ungfiskaleið burturav.

Tað hevur ongantíð verið so nógvur fiskur í hesum økinum, sum seinasta ár, altso 2018.

Og mestsum allur snelluútróðurin vestanfyri hevur gingið fyri seg í hesum økinum.

Og nú á endanum á árinum, var næstan allur føroyski línuflotin eisini í hesum økinum, og frystilínuskipini fyltu seg eisini í sama økið, sum nú skal friðast, tí bara ungfiskur heldur til har. 

Sjálvt um tað eftir mínari meting kann diskuterast, um tað er rætt at hesi stóru línuskipini skulu sleppa heilt inná 6 fjóðringar úr Mykinesi.

Her var ein kassi einaferð fyri nøkrum árum síðani, so línuskipini ikki sluppu heilt inná 6 fjóðringar úr grunnlinjuni, beint vestur úr Mykinesi.

Hvar tann kassin er endaður, veit eg ikki, men staðfestast kann bara, at línuskipini nú hava loyvi at fiska heilt inná 6 fjóðringar úr Mykinesi.

Sjálvur fiskaði eg alt seinasta ár í hesum økinum, og var mín veiða av smáfiski sum vit kalla t.v.s toskur 5, góð 4%.

Restin var góður og stórur toskur, og tað sama var hjá hinum bátunum sum royndu við snellu í hesum økinum. 

Til samanberingar kann eg nevna, at eg havi hugt eftir bátum í bólki 5, sum fiska við línu norðanfyri, har veiðan av toski 5 liggur um 10%. So har eru leiðir, sum skulu friðast áðrenn leiðin vestur úr Mykinesi, sum til allar tíðir hevur verið eitt fiskiparadís.

Og tá nú Havstovan kemur við hesum tilmælinum, er orsøk at ivast í arbeiðssetninginum hjá Havstovuni, um hettar er seriøst arbeiði ella um Havstovan veruliga er ein djóraverndarfelagsskapur á jøvnum føtið við Sea Shepard, bara krógva aftanfyri ein almennan stovn.

Havstovan kann, sum tann einasti stovnur her á landi, koma við øllum lorti. Eitt skeivt tilmæli fyri og annað eftir, og tað hevur ongar avleiðingar fyri nakran.

Siga eitt í dag og so eitt annað í morgin, og veruleikin er so aftur ein heilt annar, og ongin sigur nakað.

Òtrúligt men sannheit.

Tá so okkara tíðindafólk tosa við Havstovuna, er ikki ein kritiskur spurningur at hoyra.

Um tað er tí, at tey ikki eru ílatin til at spyrja viðkomandi spurningar, veit eg ikki, men Havstovan fær fríðar teymar at oysa lort út í hvørt hús í Føroyum, uttan spurningar.

Hettar skuldi verið ordans GUFF fyri svong tíðindafólk, at sett Havstovuna skák í mát við viðkomandi hvøssum spurningum, sosum at hvussu tað nú ber til at toska og hýsustovnarnir kunnu væntast at fleirfaldast næstu árini, tá vit nú hava hoyrt í fleiri ár, at ongin gýtingarstovnur er til, ella sum sagt hevur verið, at teir ikki hava verið so smáir í 300 ár. 

Og hvar ið nú hesin toskurin, sum ein stórur partur er eldri enn 5 ár, hevur verið, og vaksi seg stóran og sterkan, so at tá aftur  livilíkindir vóru hjá toskinum á landgrunninum, ja so tørnaði hann til úr øllum ættum.

Tað sama er við hýsuni, stór og góð hýsa sum ongin hevur vitað nakað um, er nú her bara soleiðis burturúr ongum.

Seinast hettar hendi, brúkti okkara professari í toski, 13 ár at granska í hvat tað var ið hendi í 1995, tá næstan tað sama hendi.

Og tann sum IKKI var til teir fyrilestrarnar sum professarin helt runt landið, hevur so slett onki forsømt, tí sjálvdan hevur man lurtað til meira volapykk, sum tað ið har var greitt frá.

Serfrøði á høgum støði, bevari meg væl.

Dánial A Hansen 
Útróðrarmaður 
Miðvágur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo