Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Innlendis ítróttur

Í kvøld verða tveir dystir leiktir í Betri-deildini.

Grannauppgerð er á skránni í Havn, har HB og B36 bresta saman, og í Fuglafirði tekur botnliðið ÍF ímóti KÍ.

HB og KÍ vóru upptikin av luttøku í Europa League farna hóskvøld, og er tað tí, at tey bæði ikki skulu í eldin fyrr enn í kvøld. 

Dysturin í Havn byrjar kl. 18, meðan tann í Fuglafirði byrjar kl. 19.15.

Støðan í Betri-deildini:

1. NSÍ 35 stig (15 dystir)
2. Víkingur 35 stig (17 dystir)
3. B36 34 stig (15 dystir)
4. HB 33 stig (16 dystir)
5. KÍ 32 stig (14 dystir)
6. Skála 21 stig (17 dystir)
7. TB 18 stig (17 dystir)
8. EB/Streymur 9 stig (17 dystir)
9. AB 8 stig (17 dystir)
10. ÍF 5 stig (15 dystir)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo