Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

Tjóðveldi: - Persónligt frælsi og føroyskar loysnir eru tað, sum eg fari at arbeiða fyri, sigur Heidi.

- Tíðin er komin til eina nýggja føroyska barsilsskipan. Eg haldi, at mammur og pápar skulu sjálvi gera av, nær, hvør og hvussu leingi tey fara í farloyvi. Eg eri sannførd um, at foreldur í Føroyum sjálvi vita, hvat er best fyri síni børn. Prinsipielt haldi eg, at vit skulu avtaka mammu- og pápakvotur, og tað fari eg at arbeiða fram ímóti, sigur Heidi Lava Elgeirsdóttir.

- Vit skulu gera føroyskar loysnir fyri føroyingar. Barsilsskipanin er bert eitt dømi um eina skipan, sum er komin frá okkara grannalondum. Saman kunnu vit sjálvandi gera nýggjar, føroyskar loysnir fyri okkum, sum rigga til okkara tíð og familjulív.

- Tí stilli eg upp fyri Tjóðveldi.

Heidi er 30 ára gomul og býr á Argjum. Hon arbeiðir sum sølufólk, fríyrkisfjølmiðlafólk og er sjálvstøðug vinnurekandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo