Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Tiltøk

Synergi: Bókin er ein risa opinbering og eigur at liggja á hvørjum náttborði.

Seinasta bókin hjá Anette Prehn – Hjernesmart pedagogik - sigst vera ein risa opinbering, sum eigur at liggja á hvørjum náttborði.

Í hesum árum er heilagranskingin í øgiligari menning
Anette Prehn dugir serliga væl at byggja brúgv millum heilagransking og veruleika og at miðla hetta, so øll kunnu vera við. Hon hevur einki ímóti at tríva í ein sang, tá truplir samanhangir skulu forklárast á einfaldan hátt – og hon finnur upp á amboð og metaforar, sum eru løtt at skilja, minnast og nýta í verki.

Hendan dagin fáa luttakararnir– á spælandi, nærverandi og skemtiligan hátt – møguleika at leggja afturat og menna pedagogiska kunnleika og royndir teirra, tá Anette Prehn greiðir frá logikkunum í heilanum. Tú fært nógv ítøkilig amboð og hugskot heim við, sum kunnu geva íblástur til nýggjar vegir í samspælinum við børnum – serliga í teimum truplu støðunum.

Plássið til verkstovuna er avmarkað – tekna teg nú á www.synergi.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo