Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Kommunur

Klaksvíkar kommuna hevur tikið stig til at lýsa og endurhugsa heilsutænasturnar í Norðurøkinum sum heild. Kommunan hevur tikið hetta stig, tí góðar tænastur og álítandi tilbúgving á heilsuøkinum eru avgerandi fyri trivnaðin í lokalsamfelaganum. Úrslitið av hesum arbeiði er “Heildarætlan fyri heilsutænastur í norðurøkinum”, sum kann takast niður á hesari slóðini.

Høvið

Korini á primera heilsuøkinum og í kommunupolitikki eru broytt grundleggjandi í seinastuni: Kommunurnar hava tikið við ábyrgdini av eldraøkinum, meðan primera heilsuøkið, sambært ætlanini hjá landsstýrinum um heilsunýskipan, skal skipast í lokalar heilsudeplar. Samstundis er enn eitt álit um sjúkrahúsverkið komið.

Tí er tíðin beint nú eitt einastandandi høvi at endurskapa og endurhugsa heilsuøkið í Norðurøkinum og hyggja eyka væl eftir øllum markamótum, har økini eiga at virka hond í hond, so at brúkarin fær skjótari, betri og heilari tænastur. 

Kommunan hevur heitt á Klaksvíkar sjúkrahús – størsta veitara av heilsutænastum, og útbúgvingarliga mest fjøltáttaða arbeiðspláss í Norðurøkinum – um at vera við í arbeiðinum at gera eina heildarætlan fyri heilsutænasturnar í Norðurøkinum. Eina ætlan, sum leggur dent á at samskipa tænastur og tilfeingi, og at velja nøkur virksemisøki, ið liggja væl lokalt.

Endamálini

Heildarætlanin hugsar heilsuøkið í Norðurøkinum sum eina heild, ið fullnýtir fakliga tilfeingið og fysisku umstøðurnar. 

Ætlanin setir tænastur til borgaran í miðdepilin, so at sjúkuviðgerðargongdirnar vera betri samskipaðar, og arbeiðsplássini verða betri og meira lokkandi, við størri, smidligari og meira fjøltáttaðum fakligum umhvørvi. 

“Alt menniskjað” skal vera í miðdeplinum. Tí skulu kanningar, viðgerðir og eftirviðgerðir samskipast í eina tilgongd. Hetta fer at økja sjúklingatrygdina, avmarka møguleikarnar fyri feilum og betra møguleikarnar fyri fyribyrging, skjótari og neyvari sjúkugreining og viðgerð. 

Arbeiðið er í stóran mun grundað á tær ætlanir, sum landsstýrið hevur lagt fram seinnu árini: Álitið um Heilsunýskipan frá 2013, Menningarætlanina fyri sjúkrahúsini frá 2016, álitið um samskipaða endurvenjing frá 2016, og nøgdsesmiskanningar av sjúkrahúsunum í 2007 og 2010, umframt nøgdsemiskanning og strategi fyri Norðoyar Bú- og Heimatænastu 2016.

10 raðfest átøk

Heildarætlanin viðger møguleikar og avbjóðingar fyri verandi og nýggjum heilsutænastum í Norðurøkinum. Málið var at finna ábøtur og møguleikar, sum heilt ítøkiliga gera mun, og sum eru lutfalsliga einføld at fremja. Úrslitið er 10 raðfest átøk at seta í verk skjótast møguliga.

Tey 6 fyrstu átøkini eru um at skipa heilsuøkið í Norðurøkinum sum eina tænastuliga heild, har ummstøðurnar hjá brúkarunum eru í miðdeplinum. Men endamálið er eisini at skapa eitt heilsufakliga lærandi umhvørvi, so tað gerst meira lokkandi at velja sær starv á heilsustovni í Norðurøkinum. 

4 tey seinastu átøkini eru um at nýta verandi tilfeingi á heilsuøkinum meira tilvitað mennandi. At økja um verandi tænastur á Klaksvíkar sjúkahúsi og skipa nýggjar tænastur, sum fara at stytta bíðilistar og skapa rúm fyri læknaliga meira spesialiseraðum viðgerðum í Føroyum, sum vit í dag keypa uttanlands. Fyri brúkarar í Norðurøkinum lætta átøkini um, tí fleiri viðgerðartilboð vera í nærøkinum, tætt við bústað, familju, arbeiðspláss og gerandisdag annars. 

Framhald

Heildarætlanin er gjørd við støði í verandi tænastum og framtíðar møguleikum og ynskjum í økinum, og fevnir fyrst og fremst um virksemi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Læknamiðstøðini og Norðoyar Búð- og Heimatænastu. 

Ein stýrisbólkur hevur staðið fyri arbeiðinum. Ætlanin er nú, at politikarar, leiðslur og starvsfólk skulu brúka raðfestu átøkini sum eitt dygt og ítøkiligt grundarlag at seta sær mál at stýra inn í framtíðina eftir.

Eg vóni at ætlanin verður móttikin við vælvild og uppfatað sum eitt ítøkiligt amboð at skapa betri og meira samanhangandi heilsutænastur í Norðurøkinum, og við tí betri trivnað fyri øll okkum sum búgva og virka í Norðurøkinum.

Jógvan Skorheim

Borgarstjóri

Heildarætlan fyri heilsutænastur í norðurøkinum” kann takast niður við at trýsta her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo