Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Onnur tíðindi

Tann 30. mars 2017 sendur Jan á Argjaboða, sum er limur í Listabólkinum, eina kunning út um "ætlan hjá listabólkinum at søkja grunnar um studning til list til H-bygningin".

Í kunningini verður millum annað sagt, at í samráð við bygginevndina hjá Landssjúkrahúsinum var avgjørt at seta 2,3 mió. kr. av játtanini til list til H-bygningin. 

- Ein listabólkur hevur verið virkin og hevur arbeitt við at seta arbeiðssettningar fyri seg sjálvan og listafólkini. Listabólkurin hevur, út av 37 umsóknum, valt at arbeiða víðari við fimm listafólkum, skrivar Jan á Argjaboða, sum er limur í Listabólkinum saman við Jana Ziska, Tórunn Højgaard Ósá, Johan Martin Christiansen, Ninu Arge, Rosan Bosch og Bárður í Baianstovu.

Men í somu kunning, sigur Jan á Argjaboða eisini, at tað gjørdist tíðliga greitt hjá listabólkinum, at upphæddin var í so tepur til ein so stóran bygning.

- Og við teimum ambisjónum byggjaríið hevur til “tann grøðandi sniðgevingin”. 

- Bólkurin hevur tí arbeitt við tankanum um at søkja stuðul frá ymiskum grunnum sum eru til fyri at stuðla listini, skrivar hann, og boðar frá:

- Nú hevur grunnurin hjá Kronprins Fredrik og Kronprinsesse Mary vent sær til leiðsluna á Landssjúkrahúsinum og spurt eftir møguleikanum fyri at vera við og stuðla.

Henda kunning verður eisini send til Heilsu- og Innlendismálaráðið, umframt allar limirnar í Listabólkinum.

Jan á Argjaboða undirstrikar at "umsóknin til Kronprins Fredriks og Kronprinsesse Marys Fond skal vera inni áðrenn 18. apríl 2017, og tí er umráðandi at fáa eitt skjótt svar".

Og svarið til kunningina kemur tann 21. apríl 2017 frá deildarleiðaranum Terja Petersen.

Hann skrivar soleiðis:

- Málið er umrøtt við landsstýriskvinnuna.

- Tað verður ikki mett rætt fyri landið - ella stovnar hjá landinum - at senda umsóknir til privat um stuðul til byggiverkætlanir. Tikið verður tí ikki undir við at søkja um stuðul í hesum føri.

- Um grunnar ella feløg sjálvi bjóða seg fram at stuðla, verður tað í útgangspunktinum viðgjørt jaligt. Stuðul frá privatum eigur ikki at vera við treytum, útyvir at fremja ávíst gott endamál, ið partarnir eru samdir um. Til dømis skulu ikki treytir vera um at virkismerkir, virkisnøvn o.a.t. eru sjónlig á stovninum, skrivar deildarleiðarin.

Tann 18. mai 2017 sendur Jan á Argjaboða so aftur eitt svar til Terja Petersen, deildarleiðara í Heilsu- og Innlendismálaráðnum, har hann skrivar:

- Umsóknin til grunnin hjá Kronprins Fredrik og Kronprinsesse Mary var send 18. apríl 2017. Tað var eftir áheitan frá grunninum. 18. apríl var deadline hjá grunninum, og vit hava einki hoyrt aftur.

- Eg skilji svari soleiðis, at um grunnar venda sær til verkætlanina og lúka treytirnar viðv. búmerki, sum nevnt í t-postinum, so kunnu vit taka samráðingar upp við teir.

- Listabólkurin má ikki sjálvur taka stig til at søkja grunnar, skrivar Jan á Argjaboða.

Og hetta er eisini tað seinasta sum VP hevur fingið innlit í av samskiftinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo