Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu hevur seinasta árið gjørt eitt miðvíst arbeiði at menna samstarvið við sjálvboðin innan eldraøkið.

Í hesum sambandi varð í gjárkvøldið skipað fyri einum hugnakvøldi í Posthúskjallaranum í Havn, har eini hálvthundrað sjálvboðin luttóku.

Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Fleiri røður vórðu hildnar, og Annika Olsen, borgarstjóri, nevndi m.a., at fyri hana persónliga er tað ein serlig støða, at hon sum landsstýriskvinna í almannamálum legði eldraøkið út til kommunurnar, og nú situr hon á triða ári sum borgarstjóri og er við til at umsita økið, sum hon tí sjálvandi hevur serliga stóran áhuga fyri.

Tí var tað serliga hugaligt fyri hana at hoyra um frambrot á økinum og sera hugnaligt at vera saman við teimum mongu sjálvbodnu.

- Vit valdu fyri trimum árum síðan at seta fokus á eldraøkið í samgonguskjalinum. Og eg haldi eg tori at siga skjótt trý ár seinni, at eldraøkið sum heild er sera væl skipað, at tænastan er á høgum stigi, at starvsfólkini eru professionel og áhugað í tí, tey starvast við. Og hóast onkur upplop í sosialu og almennu fjølmiðlunum, so havi eg sum heild fingið greiða fatan av, at brúkarar okkara í tí stóra og heila eru væl nøgdir.

- Áður varð eldraøkið spjatt. Við heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu eru allar tænastur og øll tilboð skipað undir einum og sama stovni. Dentur er lagdur á at menna hugburðin um eina samanhangandi tænastu, og hetta hevur gjørt, at til ber at finna bestu loysnirnar til tann veruliga tørvin, ið einstaki borgarin hevur.

- Eg fegnist tí eisini um, at heilsu- og umsorganartænastan hevur sett sær fyri at ganga nýggjar leiðir og hugsa loysnir av nýggjum. Tí tað er neyðugt.

- Heilsu- og umsorganartænastan hevur seinasta árið gjørt eitt miðvíst arbeiði at menna samstarvið við sjálvboðin innan eldraøkið. Valt er at raðfesta dygd og menning sera høgt. Í samfelagnum verður fylgt væl við, hvat hendir í heilsu- og umsorganartænastuni. Hetta merkist á øllum fyrispurningunum, vit fáa t.d. frá útbúgvingarstovnum, øðrum kommunum, áhugafelagsskapum osv.

- Vit síggja nú, hvussu sjálvboðið virksemi er gevandi bæði fyri tann sjálvbodna og tey, ið fáa ágóðan. Tí er tað umráðandi, at sjálvboðin fáa góðar karmar at virka í. Sum áður mangan sagt, so er boðskapurin sera einfaldur: ver virkin, ver saman og ver hugbundin.

- At vera sjálvboðin hóskar væl til henda boðskapin. At vera sjálvboðin gevur betri sálarliga heilsu, bæði hjá tí sjálvbodna og tí, sum tann sjálvbodni hjálpir.

- Fleiri kanningar vísa, at tey, sum eru hugbundin í sjálvbodnum arbeiði, hava tvífaldan møguleika fyri góðari sálarligari heilsu. Sjálvboðin eru meira nøgd við lívið, samanborið við tey, ið ikki gera sjálvboðið arbeiði. Tíðin og orkan tú leggur í sjálvboðið arbeiði kemur tí bæði tær sjálvum og øðrum til gagns.

- Sum sjálvboðin fært tú møguleika at knýta nýggj sambond, tú lærir nakað nýtt og tú gert gott fyri onnur. Alt nakað sum hevur góða ávirkan á sálarligu heilsuna.

- Hetta arbeiðið vísir eisini, at heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu er lyklaaktørur í menningini av eldraøkinum í Føroyum sum heild, bæði skipanarliga, útbúgvingarliga og tænastuliga, og tað gevur okkum eyka ábyrgd.

- Vit fáa gjøgnum heimavitjunartænastuna sera gott innlit í tørvin hjá teim eldru, sum búgva heima, og kommunan kann tí betri skipa tilboð og tænastur í samsvari við veruliga tørvin. Tænastan skapar álit, tryggleika og trivna millum borgararnar og kommununa.

- Tann góða fakliga ráðgevingin er tí við til at geva okkara eldru borgarum eitt betri grundarlag fyri tí góða lívinum sum eldri, fult í samsvari við grundvirðini í eldrapolitikkinum hjá kommununi.

- Vit hava stórar ætlanir og tung tøk at taka á eldraøkinum, har vit skulu nøkta tørvin á allari røkt og hjálp bæði nú og í framtíðini, har vit gerast alsamt fleiri eldri borgarar. Hetta er ein stór, men eisini spennandi avbjóðing.

- Sum borgarstjóri eri eg sannførd um, at býráðið saman við heilsu- og umsorganartænastuni og kommunalu fyrisitingini annars, hevur bestu fortreytir at skipa eldraøkið haldført soleiðis, at eisini komandi ættarlið eru í tryggum hondum.

- Við hesum ynski eg tykkum øllum bestu eydnu. Eisini ein tøkk fyri, at tit varpa ljós á sálarliga heilsu í gerandisdegnum. Sagt hevur verið, at sálarlig heilsa er alt tað, ið ger lívið vert at liva, og tað hevur eins stóran týdning, at vit styrkja okkara sálarligu heilsu, eins og okkara likamligu heilsu.

- Vit fegnast øll um, at tað gerast alt fleiri frísk eldri, sum hava eitt virkið og glaðari lív longri - og harvið eru við til at skapa eitt ríkari samfelag fyri øll ættarliðini. Og vit eru samd um, at vit eiga at tryggja okkum, at vit hava eitt samfelag, har tað er gott og trygt at gerast gamal.

- Loysunarorðið fyri trivnað er enn sum áður fyribyrging. Ein sera stórur partur av okkara arbeiði eigur at snúgva seg um fyribyrging av sjúku og sjúkuárinum. Fyribyrgjandi heimavitjan er partur av hesum arbeiði.

- Góðu tit øll, starvsfólk eins og sjálvboðin – eg skal veita tykkum øllum stóra tøkk fyri tykkara týdningarmikla og kompetenta lut í arbeiðinum fyri okkara eldru borgarar og okkara kommunu.

- Vit vóna sjálvandi øll, at Tórshavnar kommuna eisini í framtíðini skal vera eitt gott og trygt stað hjá øllum, yngri sum eldri. Vit eiga alla tíðina at hava sum stavnhald, at trivnaður skal standa í hásæti, tí uttan trivnað kann alt hitt líkasum gera tað sama. Hjartaliga takk fyri øll somul, segði Annika Olsen, borgarstjóri, at enda.

Hópur av myndum eru at síggja á Facebooksíðuni hjá Tórshavnar kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo