Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Tiltøk

Aftur í ár verður heilsurøktaradagur á Torginum í SMS, har høvi verður at hitta ein heilsurøktara. Limir í Heilsurøktarafelagnum fara at greiða áhugaðum frá dagliga arbeiði sínum og vísa í verki nakrar av arbeiðsuppgávum okkara.

Seinastu mongu árini hevur Heilsurøktarafelagið skipað fyri heilsurøktaradegi á Torginum í SMS annaðhvørt ár. Heilsurøktarar vera at hitta í SMS hósdagin 3. novembur í ár, har vit fara at bjóða vitjandi í SMS at fáa mált blóðtrýst og blóðsukur, práta um heilsu og kunna um starvsøki okkara.

Endamálið við heilsurøktaradegnum er at varpa ljós á heilsurøktarayrkið.

Heilsurøktarar arbeiða einamest í eldrarøktini, á sjúkrahúsdeildum, sálardeildum og á bú- og viðgerðartilboðum fyri fólk við sálarsjúku. Eisini eru heilsurøktarar í starvi á bústovnum fyri fólk við menningartarni, seinheilaskaða og fjølbreki og aðrastaðni har fólk hava tørv á hjálp og umsorgan. Har veita heilsurøktarar grundleggjandi heilsu- og sjúkrarøkt, stuðla fólki í at vera so virkin sum gjørligt soleiðis, at allir førleikar og sansir vera varðveittir, sum longst og hjálpa til at skapa innihald í gerandisdegnum hjá fólki, sum á ein hvønn hátt ikki megna hetta sjálvi.

Tiltakið er á Torginum í SMS, hósdagin 3. novembur kl 10 – 18 og til ber hjá øllum, sum ynskja tað at fáa mált blóðtrýstið og blóðsukrið, umframt at vera við í lutakastinum um at vinna eitt gávukort á 1000 kr frá SMS.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo