Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Hondbóltssamband Føroya og danska hondbóltssambandið hava avrátt at samstarva um komandi EM-umfar, so bæði Føroyar og Danmark spæla undir sama taki sama dag, skrivar heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum.

Leygardagin 13. apríl spæla Føroyar og Ukraina undankappingardyst í stásiligu arenuni í Keypmannahavn, sum seinastu vikurnar eisini hevur verið karmur um nakrar dystir í heimsmeistarakappingini hjá monnum.

Føroyar og Ukraina spæla klokkan 17.45. Danmark og Montenegro spæla klokkan 20.15 danska tíð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo