Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Krutl

Maður donsku drotningina hevur leingi fílst á, at hann hevur ov lítla tign í kongshúsinum. Men í seinastuni er henda misnøgdin blivin til veruligar atfinningar.

Herfyri kunngjørdi Heindrikur prinsur so, at hann ikki ætlar at jarðast undir liðini á konu síni í Roskilde dómkirkju tá tann tíðin kemur, sum annars siður er í danska kongshúsinum. Hann segði orsøkina vera, at tey kortini ikki vóru javnbjóðis partar, og at tað tí onga meining gav, at tey skuldu jarðast lið um lið.

Og nú sigur prinsurin sambært fleiri miðlum, at hann ikki hevur fingið "røttu virðingina" frá drotningini, sum eisini skal hava hildið hann "fyri gjøldur".

Heindrikur Prinsur hevur áður tikið ta óvanligu avgerð at blíva pensionistur. Tað vil siga, at hann sleppur frá sínum skyldum, og var soleiðis heldur ikki við seinast, Margretha drotning vitjaði í Føroyum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo