Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Krutl

Heini í Skorini: Eg eri ósamdur við famøsu prædikuni hjá presti í Hesti, men eg eri líka ósamdur við teimum, sum halda, at summi sjónarmið skulu útihýsast úr Kringvarpinum.

Humanistafelag Føroya heldur tað vera "nevnivert, at hendan prædikan við sínum boðskapi varð varpað út av einum øðrum almennum stovni, Kringvarpi Føroya".

Heldur felagið, at Kringvarpið framyvir skal sortera í sjónarmiðum í mun til slík evni?

Eftir hvørjum leiðreglum skal hesin sensurur fara fram?

Hetta minnir um ta ferðina, tá LGBT átalaði Kringvarpið, tí Kringvarpið hevði tosað við Ung fyri Miðflokkin.

les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo