Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Heni Zachariassen, sum hevur verið stjóri seinastu 8 árini, boðar sjálvur frá á facebook, at hann nú letur teymarnar víðari til amerikumannin Chris Tsakalakis, sum millum annað hevur verið varastjóri í Ebay og stjóri fyri bilettsøluappini Stubhub.

Heini Zachariassen sigur, at tað var ikki nøkur løtt uppgáva at lata einum øðrum lyklarnar til stjórnarskrivstovuna, tí hann hevur verið við frá byrjan og kennir á ein hátt Vivino sum sítt barn.

Heini Zachariassen heldur tó fram sum vanligur nevndarlimur og verður eisini at finna í starvsfólkahópinum, nú við titlinum 'chief evangelist officer' sum merkir, at hann verður andlitið úteftir hjá fyritøkuni.

Vivino hevur í dag 30 milliónir brúkarar og avtalur við 600 vínhandlarar, sum selja vín á Vivino. Málið er at selja vín fyri minst eina milliard krónur í ár.

Eini 340 milliónir krónur í váðafúsum kapitali eru skotnar í fyritøkuna ígjøgnum árini, og í dag eru tað mest stórir vinnugrunnar sum eiga Vivino. Tað hevur verið neyðugt við meira kapitali, tí fyritøkan hevur koyrt við stórum hallum síðani hon byrjaði.

Børsen skrivar, at í 2016 var hallið í danska partinum av Vivino 28 milliónir krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo