At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Politikkur

Saman at halda varð ei okkum givið…..

Í ólavsøkurøðu síni gjørdi løgmaður nógv burtur úr, at tað í politikki snúði seg um antin ella.

Hann bygdi sína røðu rundan um hetta og royndi at rættvísgera ekskluderandi politikkin hjá javnaðarflokkinum.

Har sum vilji er til samstarv ber sum oftast til at at finna loysnir saman. Hetta er partur av fólkaræðinum. Vit eiga í størstan mun at siga bæði og.

Landsstýrið skal føra politikk, sum flest møgulig kunnu liva við. Føroyar er eitt lítið samfelag við nógvum ymiskum sjónarmiðum og áhugamálum um alt møguligt.

Tað verður trupult at gera øll 100 % nøgd, men tað er umráðandi, at øll áhugamál og sjónarmið í samfelagnum føla seg hoyrd og koma til orðanna, og ikki blíva útihýst.

Fólkaflokkurin er ímóti snævurskygni og ekskluderandi politikki.

Politikkur snýr seg um at finna loysnir og um samstarv.

Tað kann metast við sáttmálasamráðingar, har tað ræður um at finna loysnir, sum báðir partar kunnu liva við. Vit politikkarar skulu arbeiða fyri øll.

Vit skulu finna loysnir saman heldur enn at útihýsa fólki við øðrum hugsanum.

Fólkaflokkurin ynskir eitt vælferðarsamfelag fyri øll og er av tí áskoðan, at arbeiðsplássini kring landið eru grundarlagi undir vælferðarsamfelagnum.

Pengarnir detta ikki bara niður úr rúmdini.

Pengarnir til vælferðarsamfelagið skulu koma inn, áðrenn teir kunnu verða brúktir.

Tí skulu tey sum skapa virðini og arbeiðsplássini kring landið hava góðar karmar at virka undir og skulu ikki niðurpínast.

Tað skal løna seg at skapa virksemi og tað skal somuleiðis altíð løna seg at arbeiða. Fólk eiga at fáa eina virðiliga upphædd útgoldna sum løn.

Og átti hetta ikki at verið so trupult at samstarva um.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
løgtingskvinna og løgtingsvalevni fyri Fólkaflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo