Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Lesarin skrivar

Tað tykist mær, sum um teir valdu politikararnir ikki vita hvat rør seg, og hvat fólkaviljin er,  hjá teimum sum búgva, og hava tilknýti til smærru oyggjarnar.

Nú fíggjarlógin er komin til aðru viðgerð í Løgtinginum, vísir tað seg, at játtanin til SSL er hækkað 2 mió, og hetta skal brúkast vil at lækka ferðaseðlaprísin.

Eg kenni ongan, sum sigur ella heldur, at tað er dýrt at sigla við SSL. Tað, sum tey ynskja sær, er eitt títtari og støðugari ferðasamband. Vit í Føroyum hava nokk tann lægsta ferðaseðlaprísin í heiminum, og tað gevur onga meining at lækka prísin enn meir, tí hann er komin so langt niður, at tað er tætt við, at tað eru meira umkostnaður av at hava eina ferðaseðlaskipan, enn hvat inntøkan er.

Hinvegin er tað eitt størri og størri ynski, og vilji til at gjalda meira, um hetta kann geva eitt betur samband. Fólk á útoyggjum vita, at eitt støðugt og títtari samband er einast vegur fram fyri at menna ferðavinnuna á útoyggjum. Skula politikararnir partú lækka nakað gjald, so lætta farmagjaldi, so at tey sum dríva ferðavinnu á oyggjunum fáa møguleika at menna seg.

Karlot Hergeirsson

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo