Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Politikkur

Fyrispurningur um viðlíkahald av Selatraðvegnum, settur Akseli V. Johannesen, løgmanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a).

•  Verða pengarnir sum eru játtaðir til at bøta um Selatraðarvegin brúktir í ár?

Viðmerkingar:
Vegurin til Selatraðar er ein smalur einbreytaður vegur, har undirlendi er vánaligt í støðum.

Pengar hava ongantíð verið játtaðir til eina samlaða dagføring av vegnum, og tí hevur Landsverk valt at dagføra og umvæla ringastu strekkini, tá játtan hevur verið til endamálið.

Í ár eru játtaðar 1,5 mió. krónur til at bøta um Selatraðarvegin, men nú vit eru komin út í hálvan november, og framvegis einki er gjørt við vegin, verður spurt, um hesir pengarnir verða brúktir í ár.

Á Løgtingi, tann 14. november 2018
Helgi Abrahamsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo