Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Innlendis ítróttur

Talvsambandið: Í gjárkvøldið var kappast í snartalvi í Andorra millum teir, sum eru við í smálandakappingini fyri landslið í Evropa.

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska vann kappingina.

Hann fekk seks av sjey stigum. Nummar tvey var annar stórmeistari, Igor Efimov úr Monaco. Hann fekk 5½ stig.

Og nummar trý var John Rødgård, sum er gamal danmarkarmeistari í snartalvi. Hann fekk 4½ stig.

44 telvarar vóru við.

Hvørgin stórmeistarin hjá Andorra, Oscar De La Riva og David Norwood, vóru við í kappingini.

Helgi er tann, sum hevur hægsta styrkitalið av øllum í kappingini í Andorra.

Klokkan trý seinnapartin verður farið undir dystirnar í áttanda og næstsíðsta umfari. Føroyar telva móti Kýpros.

Føroyska liðið er nummar tvey í røðini, eitt stig aftanfyri Andorra. Kýpros er nummar fýra.

Vinna Føroyar á Kýpros í dag, verður talan um beinleiðis finaludyst í morgin millum Føroyar og Andorra. Andorra hevur vunnið allar dystirnar í kappingini.

Í dag telva teir móti Monaco, sum er nummar trý. Tíggju lið kappast.

Á føroyska liðnum í dag telva Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen og John Rødgård. Fylgjast kann við beinleiðis leik fyri leik á øllum borðum.

Sí leinki niðanfyri.

esna.escacsandorra.com/livegames/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo