Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Vinna

Stjórin í Pf. Magn, Hendrik Egholm - Magn er dótturfelag hjá íslendska felagnum Skeljungs hf. - er settur forstjóri í íslendska oljufelagnum Skeljungs hf.

Hendrik Egholm tekur við nýggja starvinum tann 1. oktober í ár.

- Eg havi í mínum starvi sum stjóri í Magn havt gott samstarv við Skeljungs og tess virksemi, og eg gleði meg til at fara at starvast á einum breiðari basis við teimum útmerkaðu starvsfólkunum í Skeljungur, har vit saman við Magn fara at byggja víðari á tey góðu úrslit sum uppnádd eru í samtakinum.

- Tað eru fleiri møguleikar fyri vøkstri og virðisøking á teimum marknaðum, sum samtakið virkar á og fleiri spennandi ætlanir liggja fyri framman, sigur Hendrik Egholm.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo