Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Tónleikur

Hóskvøldið byrjar Summar Festivalurin 2019. Í tríggjar dagar verða konsertir við føroyskum og útlendskum bólkum á trimum pallum. Harafturat verður eisini undirhald í Silvalandi.

Skráin fyri Summar Festivalin 2019 er løgd, og sum vanligt eru nógv fólk spent til konsertirnar við útlendsku høvuðsnøvnunum.

Hóskvøldið kl. 22:00 hevur enski bólkurin Killer Queen stórfingna fagnaðarkonsert við sangum hjá Queen.

Fríggjakvøldið kl. 21:00 spælir Rasmus Seebach. Hann kemur til Føroya við sínum stóra showi, og hetta verður uttan iva ársins størsta poppkonsert í Føroyum.

Leygarkvøldið kl. 21:00 spælir Chris Norman á Vágsbø, og hann fer at framføra sangir hjá Smokie, har hann var upprunaligur sangari, og sangir av soloútgávum. Leygarkvøldið kl. 00:00 spælir heimskendi norski poppbólkurin Nico & Vinz.

Og sum vera mann verða nógvar aðrar spennandi konsertir við føroyskum og útlendskum tónleikarum. Niðanfyri sæst øll skráin:

****
SUMMAR FESTIVALURIN 2019

HÓSDAGUR 8. AUGUST
19.00: Victoria á Lakjuni (Tjaldið)
20.00: Marius Ziska (Vágsbøur)
21.00: Elona Planman (Torgið)
22.00: Killer Queen (Vágsbøur)
23.45: Nalja (Tjaldið)
00.30: Eyðun Nolsøe (Torgið)
01.00: Grandma’s Basement (Vágsbøur)

FRÍGGJADAGUR 9. AUGUST
20.00: Kong Kammerater (Tjaldið)
21.00: Rasmus Seebach (Vágsbøur)
22.45: Lea Kampmann (Tjaldið)
23.30: Ingibjørg Hansen (Torgið)
00.00: Dynamit Perlur (Vágsbøur)
01.00: Hamradun (Tjaldið)
01.45: Ólavur á Váli (Torgið)
02.15: Swangah (Vágsbøur)
03.00: Páll Finnur Páll (Tjaldið)

LEYGARDAGUR 10. AUGUST
16.00: Mark The Messenger (Tjaldið)
16.30: Ola Nordskar (Torgið)
17.00: Samsint (Vágsbøur)
18.00: Linda Andrews (Tjaldið)
19.00: Blátt Gras (Vágsbøur)
20.00: Beinir (Tjaldið)
20.30: Herborg Torkilsdóttir (Torgið)
21.00: Chris Norman (Vágsbøur)
22.30: Ingi Poulsen (Torgið)
23.00: Magni Christiansen (Tjaldið)
23.30: Hans Andrias (Torgið)
00.00: Nico & Vinz (Vágsbøur)
01.15: Rani Nolsøe (Tjaldið)
01.45: Jens Marni (Torgið)
02.15: Moirae (Vágsbøur)
03.00: Danny & The Veetos (Tjaldið)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo