Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Vinna

Fyritøkur sum keypa og selja partabrøv skulu nú hava eina sonevnda LEI kotu.

Tað boða peningastovnarnir viðskiftafólkum sínum frá.

- Nýggj ES lóggáva krevur, at allar fyritøkur, felagsskapir og feløg annars skulu hava eina sonevnda LEI kotu fyri at kunna handla virðisbrøv eftir 1. januar 2018. LEI er eitt slag av altjóða eyðkennisnummari, sum ger tað møguligt at eyðmerkja fyritøkur runt allan heim, verður sagt í skrivinum.

Hóast ES reglurnar ikki fevna um Føroyar, so noyðast føroyskar fyritøkur at ganga undir tær, tí føroysku bankarnir brúka somu skipanir sum danskir bankar at fráboða virðisbrævahandlar.

Tað kostar umleið 150 evrur at stovna eina LEI kotu og síðani einar 75 - 100 evrur árliga at hava kotuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo