At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Tilsamans 27 hermenn úr Tjóðarhirðuni í Venesuela eru tiknir til fanga, eftir at teir í gjár royndu at koyra sitandi forsetan í landinum, Nicolas Maduro, frá valdinum. 

Hermenninir tóku valdið á eini eftirlitsstøð í høvuðsstaðnum Caracas, og løgdu eina áheitan til fólkið í landinum út á sosialar miðlar um at stuðla teimum, og koma út á gøturnar at mótmæla. Nøkur gjørdu, men stutt eftir vórðu hermenninir handtiknir.

Verjumálaráðharrin í landinum, Vladimir Padrino, hevur eftir handtøkuna av monnunum sagt, at teir fáa harðast møguligu revsingina fyri at hava framt uppreistur.

Lítið skil er á í Venesuela, har sosialistiska stjórnin virkar mestsum uttanum alt fólkaræði. Inflatiónin er sera høg, arbeiðsloysið stórt og nógvar vørur og heilivágur mangla.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo