Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Innlendis ítróttur

Føroysku kvinnurnar hava fyrireikað seg væl til dystin móti Slovenia - Mynd: Andrass Thomsen

FSF: Klokkan fimm seinnapartin fer føroyska kvinnulandsliðið á vøllin til sætta undankappingardystin til HM 2019. Hópurin hevur fyrireikað seg væl, og nú re greitt, hvørjar tær fyrstu ellivu verða, ið venjarin, Pætur Clementsen sendir á vøllin frá byrjan.

Jóna Nicolajsen verður í mál, og í verjuni verða Birna T. Mikkelsen, Lív F. Arge, Katrin Akursmørk og Rannvá B. Andreasen. Á føroyska miðvøllinum verða Ansy Sevdal, Olga Kristina Hansen, Eyðvør Klakstein, Ásla Johannesen og Arnborg Lervig. Í álopinum verður Heidi Sevdal.

Á bonkinum verða Monika Biskopstø, Birita Bergsdóttir Nielsen, Milja Reinert Simonsen, Evy á Lakjuni, Margunn Lindholm, Sara Samson Lamhauge, Jacoba Langgaard og Nadja Dam Johannesen.

Atgongumerki til dystin kunnu keypast í Nethandilinum á fsf.fo, og við dyrnar. Kostnaðurin er 100 krónur fyri vaksin, meðan ókeypis atgongd er fyri børn og ung, 16 ár og yngri.

Kringvarpið vísir dystin í sjónvarpinum og á heimasíðuni.

Leinkjuna finnur tú her 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo