Ein bankastjóri er ein maður, sum lænir tær eitt regnskjól tá sólin skínur, men tekur tað frá tær aftur, so skjótt tað fer at regna
- Mark Twain
Innlendis ítróttur

Fríggjadagin 1. februar kl 16.00 verður Ársins ÍtróttaNAVN 2018 avdúkað á samkomu, sum ÍSF skipar fyri í Smæruni í Havn.

Hesi eru innstillaði til Ársins ÍtróttaNAVN 2018:

Hávard Vatnhamar, paratriatlon
Signhild Joensen, svimjing
Torkil Veyhe, súkkling
Vípan (Støkk), estetiskiur fimleikur

Ársins ÍtróttaNavn skal m.a. hava gjørt vart við seg í síni ítróttagrein á altjóða stigi. Tað eru ser- og menningarsambondini, sum kunnu innstilla sambært hesi mannagongd:

Bert nøvn, sum umboða ser- og menningarsamband undir ÍSF kunnu viðmælast. Tó kunnu ítróttargreinar, sum eru góðkendar undir IOC, men ikki umboðaðar í Føroyum, viðmælast. Starvsnevndin í ÍSF velur millum innkomnu uppskotini og ger endaligu innstillingina. Tað eru ítróttafjølmiðlafólk sum atkvøða um hvør skal verða Ársins ÍtróttaNAVN.

Á samkomuni verður Ársins ÍtróttaÁTAK eisini funnið, umframt at heiðursskjal Poul E. Petersen verður latið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo