Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Innlendis ítróttur

Føroyska landsliðið til seinasta fundin undan landsdystinum móti Malta - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Klokkan 18:00 lokala tíð á Malta, tað er klokkan 17:00 føroyska tíð, fara Malta og Føroyar á vøllin á Ta’ Qali Stadion, har fyrsti dystur í undankappingini til EM 2020 er á skránni.

Føroyska liðið kom til Malta seint mánakvøldið, og síðani hava fýra venjingar verið á skránni. Allir í hópinum tykjast vera væl fyri, og nú fáar tímar áðrenn avspark, er greitt, hvørjar ellivu venjararnir senda á vøllin frá byrjan.

Gunnar Nielsen verður í mál, og í føroysku verjuni vera Gilli Rólantsson Sørensen, Atli Gregersen, ið eisini er liðskipari, Odmar Færø og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum frá byrjan vera Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson, Brandur Hendriksson Olsen og Rene Shaki Joensen. Framrættaður miðvallari verður Hallur Hansson, meðan Jóan Símun Edmundsson byrjar í álopinum.

Bonkur: Teitur M. Gestsson, Karstin Hansen, Magnus Egilsson, Árni Frederiksberg, Heini Vatnsdal, Bartal Wardum, Kaj Leo í Bartalsstovu, Jákup L. Thomsen og Klæmint A. Olsen.

Sambært maltesiska fótbóltssambandinum verða eini 6.000 áskoðarar til dagsins dyst á Ta’ Qali Stadion, ið annars hevur pláss fyri umleið 17.000 áskoðarum. Av teimum 6.000, verða væntandi eini 100, ið fara at stuðla føroyska liðnum.

Les eisini (FSF Varpið): Jóannes: Vit fara eftir trimum stigum

Les eisini (FSF Varpið): Atli Nærkast 50 landsdystum

Myndir: Tíðindafundur og venjing á Ta’ Qali Stadion, Malta

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo