Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Politikkur

Eg haldi, at hetta er óhugnaligt, og eg má bara spyrja, hvat billa tey sær inn!!

Soleiðis orðar ein av royndu monnunum á lista A seg nú ein dagin í vikuni.

So kann ein spyrja seg sjálvan, hvat er tað, sum ræðir henda fólkavalda tinglim?

Mann tað vera hent nakað álvarsamt? Hevur onkur framt eitt brotsverk ella hvussu?

Nei, tað sum fær henda háttvirda løgtingslim at seta seg við knappaborðið er tann, at stjórin í Norðurlandahúsinum hevur vundið LGBT flaggið í húnarhátt, og at hon á henda hátt vanvirðir Merkið, og tað fellur honum fyri bróstið.

Hevði søgan enda her, so kundi ein ivaleyst latið hetta farið framvið borðinum, men løgtingslimurin velur síðani at geva teimum í umboða LGBT felagsskapin eina breiðsíðu, har tey vera ákærd fyri at pota ting niður í okkara verjuleysu børn.

Hyggur tú eftir, hvat fólk dáma annars av tí, íð viðkomandi skrivar, so er hetta tann nógv mest populera útsøgnin, ein útsøgn sum ikki júst ber brá av næstakærleika.

Eg fari at siga sum eg byrjaði, eg haldi, at hetta er óhugnaligt, og eg fari at spyrja løgtingslimin, hví hann brúkar orku uppá at spjaða heldur enn at savna. 

Tá ið eg var ungur fyrst í nítiárunum, vóru Føroyar meira homofobiskar enn tær eru í dag, og eg var hvørki betur ella verri enn nakar annar.

Eg minnst tað einu norðoyastevnuna har vit stóðu nakrir ungir mans og ótu eina stokta pylsa við pylsuvognin hjá Oddmar, har kemur so ein fullur maður, sum er nakað naskur, og sjálvandi hildu vit hann vera bøssa, hesin fekk at merkja í ríkiligt mát, hvat fólk hildu um bøssar.

Hetta er nú nærum 30 ár síðani, og Føroyar hava til alla Guðs lukku flutt seg við stórum fetum tann rætta vegin, og er tað bert at gleðast um - hugsið tykkum til, at í Brunei verða samkynd steinaði tann dagin í dag.

Tá ið eg so lesi hetta, sum viðkomandi skrivar, so verði eg keddur og harmur fyri at siga tað bart út.

Hví skulu vit so skjótt, sum høvi býðst leggja eftir okkara medmenniskjum og illtonkja tey fyri líkt og ólíkt.

Í Greinini verður lagt upp til, at kyn er nakað, sum tú sjálvur kanst velja, og sum tú kanst spæla við sum tær lystir.

Álvaratos hvat er hetta fyri fjas at koma við, hvussu kann nakar við síni fullu fimm halda, at tey, sum eru fangaði í einum fyri tey skeivum kroppi, kenna hetta, sum eitt spæl?

Hetta er rámur veruleiki fyri tey, og eg taki hattin av fyri teimum, at tey tora at fara í holt við hetta, og bjóða øllum fordómum av. 

Nógv av teimum, sum viðmerkja koma eisini inn á, at hesi fólkini er sinnissjúk, Jesus pápin grætur, hetta er Sodoma og Gomorra, her endar heilt galið,og eg kundi hildið áfram við teirra ymsu døpru lýsingarorðum.

Tann Jesus pápin, sum eg biði til hvørt kvøld, tá ið eg fari til songar og biði signa dagin, tá ið eg vakni, hann er so frægt, sum eg veit hampuliga rúmandi og tolsamur, so eg ivist ikki í, at hann eisini klárar at umfevna tey í LGBT rørsluni á sama hátt sum hann umfevnir meg og onnur trúgvandi.

Eg havi sjálvur trý børn, og hevur ein hornasteinur hjá mær og konuni í uppæling okkara, verið at vit skulu kunna rúma øllum, eisini teimum,ið ikki eru eins og vit sjálvi. 

Nú er tað soleiðis, at eg stilli upp til komandi løgtingsval, og ein partur av tí at bjóða seg fram, er, at tú hevur dirvi at standa við tíni sjónarmið.

Tað sum liggur mær næst at hjarta, er at vit øll skulu hava eins rættindi, líkamikið hvat tín kynsligi samleiki ella húðalitur er, og at ongin skal happa ein annan.

Vit kunnu saktans vera ósamd og keglast, men vit mugu altíð kunna gera hetta sakligt og virðiligt.

Eg skal vera ein garantur fyri at ymiskleikin sleppur at blóma.

Við fagrastu kvøðum.

Jens Heri Bolstad Mortensen
Valevni fyri Sjálvstýri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo