Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Krutl

- Ein føroyingur er ein, sum býr heima hjá foreldrunum, til hann er í minsta lagi 22 ára gamal, og sum altíð hevur størri kuffert enn hini á flogvøllinum.

Hetta skrivar Local.fo, ið kemur við 17 boðum uppá, hvat ið eyðkennir ein føroying:

1: Ein føroyingur býr heima hjá foreldrunum, til hann er í minsta lagi 22 ára gamal.

2: Tá ein føroyingur ger mat til fýra fólk, skal máltíðin partú vera so rúgvusmikil, at hon kann metta minst 15 fólk.

3: Ein føroyingur hevur altíð størst kuffert á flogvøllinum - og ein føroyingur ferðast ógvuliga sannlíkt við tveimum kuffertum.

4: Ein føroyingur kemur tveir tímar ov seint til eitthvørt gildi og heldur, at hetta er púra vanligur atburður/púra vanlig siðvenja.

5: Eitt eftirnavn hjá einum føroyingi endar við -sen.

6: Ein føroyingur tosar um leyst og fast í minsta lagi ein tíma, aftaná at hann - well, ella hon - hevur sagt "góða nátt".

7: Ein føroyingur brúkar innkeypsposar til skrell.

8: Foreldrini hjá einum føroyingi eiga seyð.

9: Tá ein føroyingur giftist, koma minst 400 fólk til brúdleypið.

10: Ein føroyingur fær koyrikort, so skjótt hann hevur fylt 18 ár.

11: Pápin hjá einum føroyingi gongur við so nógvum reiðum peningi í lummanum, at hann hevur ráð til at keypa ein brúktan bil.

12: Ein føroyingur letur seg pent í, tá hann - ella kanska serliga hon - fer út at ferðast.

13: Um tað ikki er meira matur eftir á tallerkinu, so oysir ein føroyingur meira sós á tallerkin.

14: Ein føroyingur skilir ikki, hví fólk í Suður Evropa tíma at brúka so nógva tíð á strondini.

15: Bardagar á vertshúsum verða avgjørdir við sjómanstaki.

16: Um tað ikki eru epli á tallerkinum, so telur tað ikki við sum døgverði.

17: Ein føroyingur minnist nøvini á systkinabørnum og ommum og abbum - umframt føðingardagar teirra.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo